Tíðindi - 20. apríl 2026

Partur av Tórgarðsgøtu stongdur í kvøld kl. 18-24

Eingin gjøgnumkoyrandi ferðsla er loyvd frá Hamarsgøtu til Skúlagøtu í kvøld frá kl. 18 til 24. Vegurin verður asfalteraður. Leið 2 koyrir eftir Gripsvegnum, Hoyvíksvegnum, Stoffalág og víðari eftir ferðaætlanini, meðan arbeiðið fer fram.