Paz vitjaði ráðhúsið

Fyrrapartin bjóðaði Tórshavnar kommuna starvsfólkunum á matstovuni Paz á ráðhúsið, eftir at matstovan mánakvøldið varð heiðrað við tveimum Michelinstjørnum.
Paz er matstovan hjá Poul Andriasi Ziska og heldur til í Dr. Jakobsens gøtu.
Elsa Berg, borgarstjóri, ynskti Poul Andriasi og starvsfólkunum til lukku og segði millum annað:
“Sum borgarstjóri fegnist eg eisini um, at Havnin nú hevur eina matstovu við tveimum Michelin-stjørnum, sum eisini leggur dent á eina matskrá við føroyskari matmentan og føroyskum rávørum. Tað er nakað, vit øll kunnu vera errin av.
Vit vita øll, at tíni evni at matgera og skapa eru framúr; men tvær Michelinstjørnur eftir bara tveimum mánaðum var tó ótrúligt. Og so liggur matstovan so lítillátin á Dr. Jacobsens gøtu mitt í Havn. Her hava tit sæð ein møguleika, ið onnur ikki hava og slíkt áræði og hugflog er við til at skapa ein góðan miðbý.
Enn einaferð hjartaliga tillukku. Vit gleða okkum at fylgja tykkum víðari.”

