Lurta
Tíðindi - 01. mars 2024

P/F Poul Michelsen 50 ár

Stóra fyritøkan Pf. Poul Michelsen fyllir 50 ár í dag. Á samkomu seinnapartin helt Heðin Mortensen, borgarstjóri, røðu fyri Poul, sum skjótt fyllir 80. 

- Góðan dagin øll somul. Góðu Sólrun og Poul við familju, starvsfólk og gestir. Hjartaliga tillukku við stóra degnum í dag.

- Tað er mær ein stórur heiður at vera biðin um at siga nøkur orð her í dag. Tí hetta er veruliga ein fyritøka, ið hevur gjørt mun, og sum er eitt stórt og gott arbeiðspláss í høvuðsstaðnum. 

- Talan er eisini um fyritøku, sum hevur dugað at vera frammanfyri tørvin og sum hevur staðið fyri nýbrotum. Fyritøkan hevur eisini tryggjað kapping, dygd og fjølbroytni á matvørumarknaðinum, sum vit borgarar øll hava fyri neyðini.

- Fyritøkan er harnæst kend fyri at taka sær væl av sínum starvsfólkum. Vit hava eisini fegnast um, hvussu væl tit hava tikið tykkum av tilflytarum úr øðrum londum. 

- Eg minnist, tá Poul og Sólrun so smátt byrjaðu egið virksemi við gerandisvørum í teirra egna kjallara í Gundadali, og eini fimm ár seinni flutti í stóran bygning uppi á trøðni hjá pápanum uppi við Hoyvíksvegin - her vit standa í dag. 

- Hygg so í dag, nú bara goymslan er nærum 10 ferðir størri enn tá. Og tað var ikki fyri onki, at PM Heilsøla hevur verið heiðrað sum Ársins Virki á vinnudegnum.

---

- Vit báðir Poul slitu okkara barnaskógvar undir og á Glaðsheyggi. Vit vóru saman um so mangt og rúkandi ósamdir á øðrum økjum – t.d. í fótbólti – tí Poul endaði í HB og eg í B36.

- Men vit vóru báðir skótar – enntá í somu patrulju, fjórðu patrulju hjá Másanum. Og natúrliga vóru vit saman um so mangt í grannalagnum aftanfyri Klubban gjøgnum ungdómsárini. Hetta var samlingsstað hjá okkum ungdómum tá.

- Poul varð flestum kunnugt valdur inn í býráðið og sat sum borgarstjóri frá ársbyrjan í 1981 og 12 ár fram. Hesi 12 árini við Poul við róðrið høvdu vit stórt sæð eitt einastandandi samstarv. Hetta var ein framburðstíð við nógvum virksemi og stórum prosjektum í Havn.

- Ikki bara hava vit báðir sitið sum borgarstjórar, men lagnan vildi tað soleiðis, at vit gjørdust løgtingsmenn í senn – og vit gjørdust gudhjálpitúmær eisini landsstýrismenn í somu setu! 
 
- Eg havi gloymt tað mesta, vit vóru ósamdir um. Men tað er eitt, vit báðir eru so æviga samdir um, og sum vigar meira enn alt annað – tað er, at vit eru sera góðir við Havnina og verja hana framum alt. Vit eru báðir sannførdir um, at hevur Havnin tað gott, so hevur alt landið tað gott.

- Og eitt annað hava vit til felags, sum hevur borið okkum uppi alt lívið – er, at vit hava heimsins bestu og klókastu konur, sum hava hildið í nakkan á okkum, samstundis sum tær hava borið okkum á lógvum. 

- So Poul - vit báðir hava nógv at takka fyri.

---

- Góði Poul. 

- Eg veit væl, at tað er fyritøkan, ið hevur føðingardag í dag. Men sjálvur fyllir tú eisini runt skjótt. Og tað besta við øllum er at síggja, at tú ert frískur og at bæði humørið og skálkasmílið er tað sama. Hetta gleðir meg.

- Eg sá, at tú segði í eini samrøðu, at lívið hevur fingið nýggjar dimensjónir, og at tú nú hevur havt stundir at endurhugsa, hvat veruliga hevur týdning í lívinum. 

- Tað er so fantastiskt, at kanska skuldu kommunulæknarnir ordinerað gongutúrar við gomlum HB’arum sum heilivág móti øllum ellisrelateraðum sjúkum. 

- Fyri fimti árum síðan setti tú tær ógvuliga málrættaður nakað fyri. Og við einum stórum arbeiðsinnsatsi og trúgv uppá, at tað ber til, hevur tú rokkið tínum málum og tað síggja vit her í dag. Eisini tað gleðiliga er, at næsta ættarlið hjá tær er í holt við at taka yvir. 

- Hetta er ikki hvørsmansføri. Men hetta er akkurát sama orka og sami treiskleiki, sum vit sóu frá tær í ítróttini, tá tú satsaði alt og vann ferð eftir ferð og tað líka mikið, hvørja ítróttagrein talan var um. 

- Og tú hevur verið heppin at hava havt góða leiðslu og nevnd og ótrúliga trúgv og góð starvsfólk. 

- So góði Poul, eg fari eisini at ynskja tær hjartaliga til lukku við føðingardegnum og alt tað besta framyvir. Eisini stórt til lukku við bókaútgávuni. Eg gleði meg at sleppa at lesa bókina og hoyra alla søguna frá tíni síðu. 

---

- Góðu tit øll somul! Tað er sum sagt ein heiður at sleppa at ynskja tykkum til lukku á stóra og runda degnum, nú Pf. Poul Michelsen er hálva øld. 

- Hetta er ein stásilig nútímans fyritøka, sum sæst aftur og hevur stóran týdning fyri Havnina. Ein fyritøka, vit øll eiga at vera errin av. 

- Eg fari at ynskja tykkum øllum somlum hjartaliga til lukku við degnum og alt tað besta. Og takk fyri sera gott samstarv.

- Hjartaliga til lukku, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.