Lurta
Tíðindi - 22. mars 2024

PM Pluss sáttmála um reingerð av kommunulæknahølum

Tórshavnar Kommuna hevur í dag undirskrivað sáttmála við PM Pluss í samband við reingerð av kommunulæknahølum í Tórshavnar Kommunu.

Kommunulæknarnir húsast í trimum bygningum í Tórshavn. Afturat koma kommunulæknahølini í Kollafirði.

Í Gundadali eru 4 læknar, í Berjabrekku eru 5 læknar, í Kirkjustræti eru 5 læknar og í Kollafirði er ein lækni.

Alment útboð var í heyst. Inn komu 3 tilboð og fíggjarnevndin samtykti at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá PM Pluss.

Sáttmálin hevur gildi frá 2. apríl 2024, og er galdandi í 3 ár.