Lurta
Tíðindi - 04. mars 2024

Poul gevur út bók um fyritøkuna

Bókin er sólskinssøgan um Pf. Poul Michelsen, siga teir báðir høvundarnir, Tróndur Djurhuus og Kári Mikkelsen. Hon er samstundis ein familjusøga, men mest um ein orðblindan skúladrong, hvørs lívsverk nú er farið um hálvu øldina og hann sjálvur táttar í tey áttati.

Bókin hevur fingið heitið “Onkunstaðni á vegnum – Íverksetarin og verkið”. Høvundarnir siga, at fyri at skilja søguna um fyritøkuna, mugu vit fyrst til fulnar skilja Poul sjálvan. Søgan røkkur tí ikki einans yvir hesi 50 árini, men yvir seinastu 80 árini.

Í dag vitjaði Poul Michelsen inni á sínum gamla arbeiðsplássi, har hann handaði sitandi borgarstjóra, Heðini Mortensen, eitt eintak av bókini. Heðin helt høvuðstaluna á veitsluni hjá fyritøkuni leygardagin, har hann skemtiliga greiddi frá samskiftinum teirra millum líka frá barnsbeini av.