Tíðindi - 16. januar 2026

Prógvhandanir á Vinnuháskúlanum

0K5A4479 Kopi

Mikudagin var prógvhandan á Vinnuháskúlanum. Tilsamans 27 prógv vórðu handað: 14 maskinmeistarar, níggju skiparar og fýra skipsførarar.

Elsa Berg, borgarstjóri, helt røðu:

Góðu næmingar, lærarar og gestir.

Tað hevur ofta verið sagt, at føroyingurin er føddur við ár í hond.

Og ja – havið hevur ein heilt serligan týdning fyri okkum føroyingar. Vit hava tað allastaðni rundan um okkum, og vit hava eisini havið í okkum. Tað er havið, sum upp gjøgnum ættarliðini hevur myndað og formað okkum sum fólk.

Føroyingar hava altíð vitað um rák og um streym, um vind og um ætt, og virðingin fyri havinum hevur altíð verið stór.

Og tað hevur verið neyðugt. Tí í øldir var havið okkara einasta farleið út í heim, og havið hevur verið og er enn okkara stóri matkovi. Havið er stutt sagt okkara lívsgrundarlag.

Av tí sama er tað púra náttúrligt, at føroyingar eisini í nógv ár hava gjørt havið til sín vinnuveg. Ja, havið er í roynd og veru eitt av størstu arbeiðsplássum hjá føroyingum.

Tí er tað at fegnast um, at vit her í Havn hava ein nútímans skúla til at útbúgva okkara menn og kvinnur til eitt lív á sjónum.

Tann skúlan hava vit havt í nógv ár. Fyrstu skiparaskúlarnir í Havn komu longu í 1893, og í 1905 kom sjómansskúlin.

Nógv er sjálvandi broytt síðan tá, og í dag er hetta ikki bara ein sjómansskúli, men ein vinnuháskúli.

Tí maritimu útbúgvingarnar í dag eru so sanniliga eisini viðkomandi hjá teimum, sum ikki droyma um eitt lív á sjónum, men heldur vilja arbeiða á landi. Nýggj tøkni mennist støðugt og skapar nýggjar møguleikar, men kemur eisini við nýggjum krøvum: Krøvum um grønar loysnir og um burðardygd.

Altjóða krøv, men eisini krøv, sum vit føroyingar sjálvir mugu seta okkum fyri, soleiðis at vit eisini í framtíðini kunnu vera ein miðdepil fyri skipaferðsluna her í Norðuratlantshavinum.

Tit, sum nú sita her við prógvi, hava eisini ein týðandi leiklut í at loysa tær týðandi uppgávurnar, sum okkara samfelag hevur fyri framman.

Eitt prógv frá hesum skúlanum er ein góð barlast at hava, og tann tíð og orka, sum tit hava lagt í hesar útbúgvingarnar, fer ikki bara at koma tykkum sjálvum, men øllum samfelagnum til góðar.

Og tað eru vit takksom fyri.

Føroyar eru ein stolt siglandi tjóð, og vit føroyingar hava alla grund til at vera stolt av okkara sjófólki.

Føroyingar eru væl lýddir í sjóvinnuni bæði á sjógvi og á landi, og nú tit eftir lokna útbúgving seta nýggja kós og síggja nýggjar møguleikar í havsbrúnni, ivist eg ikki í, at tit – líkamikið hvar tit enda og hvussu langt heimanifrá tit eru – hava Føroyar og hendan skúlan og tann lærdómin, tit her hava fingið, við tykkum.

Blíðan byr og hjartaliga til lukku við próvnum.

 

"Nýggj tøkni mennist støðugt og skapar nýggjar møguleikar, men kemur eisini við nýggjum krøvum: Krøvum um grønar loysnir og um burðardygd. Altjóða krøv, men eisini krøv, sum vit føroyingar sjálvir mugu seta okkum fyri, soleiðis at vit eisini í framtíðini kunnu vera ein miðdepil fyri skipaferðsluna her í Norðuratlantshavinum," segði Elsa Berg, borgarstjóri
Maskinmeistarar
Skipsførarar
Skiparar