Lurta
Tíðindi - 12. apríl 2024

Ráðstevna um sjúkrafráveru

Tórshavnar kommuna helt í gjár sera áhugaverda ráðstevnu, sum er ein byrjan til eitt meira miðvíst arbeiði at minka um sjúkrafráveru millum starvsfólk í Tórshavnar kommunu.

Umleið 97 leiðarar tilsamans hittust á ráðstevnuni. Endamálið var at møtast og kjakast um evni og avbjóðingar, sum hava týdning fyri øll. Og sjálvsagt var tað eisini eitt gott høvi at hittast og at læra hvønn annan betri at kenna.

Borgarstjórin og kommunustjórin løgdu fyri. Síðan røddi Elsa Johanna Høgenni, starvsfólkaleiðari, um sjúkrafráveru. Irdi Lenvig Hansen og Johnny Mouritsen, HR-fulltrúar, løgdu fram hagtøl, og Herluf Sørensen, organisatiónsráðgevi, hevði framløgu um konfliktir, happing og ágang.

Eftir ein steðg tosaði Hjalgrim Samuelsen, HR-fulltrúi, um regluverkið fyri sjúkrafráveru, og Erling Fles, sálarfrøðingur, hevði framløgu um strongd. Aftaná legði Maibritt Højgaard, organisatiónsráðgevi, fram um 12 faktorar til motivatión, trivna og sosialan kapital.

Ráðstevnan endaði við at kommunustjórin, Jóan Petur Hentze, tók samanum.