Tíðindi - 03. september 2025
Rætting

Tá Tórshavnar kommuna í dag legði út uppskot um broyting í serstøku byggisamtyktini fyri Tinganes og gomlu Havnina til almenna hoyring, hendi eitt mistak. Av misgáum var byggisamtyktin ikki rættað innihaldsliga heilt sambært býráðssamtyktini frá 18. juni 2025.
Hon staðfesti millum annað, at punkt d undir eindunum D skuldi strikast. Sostatt kunnu gistingarhús ikki staðsetast Undir Bryggjubakka sambært uppskotinum.
Uppskotið til byggisamtykt við rætta tekstinum verður lagt á heimasíðuna til hoyringar av nýggjum í morgin.