Lurta
Tíðindi - 24. juni 2023

Røða hjá Heðin Mortensen til jóansøkubál á Leynasandi

Jónasøkubál Á Leynarsandi 23.6.23 Nr8

Nakað av fólki var komið saman á Leynasandi í regninum fríggjakvøldið, tá jóansøkubálið varð tendrað. Borgarstjórin í Havn varð biðin um at halda røðu á Leynasandi. Røðan kann lesast.

Gott kvøld øll somul og hjartaliga vælkomin higar á Leynasand.

Einaferð skóti, altíð skóti, siga vit. Og onki er so satt sum tað. Og tá eg standi her í hesum sjáldsama náttúruvakra umhvørvinum á Leynasandi, so kemur skótin í meg.

Tí tað minnir meg um ferðirnar í haga og á fjøllum kring landið, summarlegurnar, legubálini og frálíku vikuskiftini við Leynavatn, sum kveiktu áhuga og alsk til náttúruna.

Tað minnir meg á, hvussu stóran og týðandi samfelagsligan týdning tað hevur, at leggja ein alsk til náttúruna í børnini, at læra tey at ferðast í haga, við vøtn og á fjøllum og læra tey at virða og hugsa seg væl um í náttúruni.

Tí so ganga tey undan sum góð fyridømi fyri onnur, og tað er góð barlast at hava seinni í lívinum.

Staðið her rúmar eisini góðum minnum um grind og grindarakstur, um góðar løtur við tráðuni, men mest av øllum stuttligar og mennandi løtur saman við børnunum.

Søgan um laksin er eisini ein søga um óvanliga áhaldin og treisk fólk, sum í dag eiga allan heiður og æru fyri, at tað ber til at veiða villan laks her í Leynavatni og í Mjáuvøtnum.

---

Jóansøka er vorðið eitt so breitt fyribrigdi. Vit halda jóansøku til minnis um Jóhannes Doyparan. Jóhannes var hálvt ár eldri enn Jesus, og tí var hansara dagur settur 6 mánaðir undan jólaaftan – tann 24. juni.

Danir og onnur halda Sankta Hans øðrvísi, har er siður at brenna gívrar og gandakellingar.

Bálið hava vit tikið til okkum og eitt nú í Havn hátíðarhalda vit summarsólstøður – dagsins longsta dag - við bálbrenning í Sandágerði.

Á Tvøroyri gjørdist jóansøkan bygdarstevna. Á Tvøroyri var siðbundna bygdarstevnan upprunaliga løgd á ólavsøku, men stevnan varð skjótt flutt til á jóansøku.

Summarsólstøður og jóansøka boða frá summari. Nýklaktu pisurnar boða somuleiðis í yvirførdum týdningi frá, at várið er farið og nú byrjar veruliga lívið.

Á jóansøku eru flestu pisurnar floygdar og vit fegnast við tykkum ungu, sum nú skulu út í lívið at royna veingirnar.

Heitið pisa er so avbera væl valt – tí tá er fuglurin floygdur, tá bera hansara egnu veingir og leiðina velir hann sjálvur.

Tit standa nú á einum vegamóti, sum er eins og ein lopfjøl til nakað meira og spennandi. Heimurin liggur opin fyri tykkum og eg fari at ynskja tykkum hjartaliga tillukku við húgvuni og bestu eydnu á lívsleið tykkara.

---

Í øðrum londum gera býarfólk seg ofta út í daga- ella vikuvís, um tey skulu út at ferðast í náttúruni.

Vit føroyingar geva okkum helst ov lítið far um, at vit hava náttúruna í túninum, at vit mitt í okkara nærumhvørvi hava eina náttúrliga oasu sum hesa, har vit stórt sæð uppliva tað mesta, náttúran hevur at bjóða.

Men hetta leggur gesturin til merkis.

Tað eru ikki bara flagtekjurnar og løgnu litirnir á okkara húsum og sjáldsama blandingin av gomlum og nýggjum í bý og bygd, sum hugtekur – men sanniliga eisini, at vit í so stóran mun liva í og við sjálvari náttúruni.

Áin, ósin, sandurin, skerini, fiskur og fuglur og seyður – fyri okkum púra náttúrligt, men fyri útlendsku ferðafólkini úr altjóða stórbýum púra fremmant, eksotiskt og heilt einastandandi.

Her í Leynum kunnu fólk so eisini uppliva listamannin Ole Jakob – sum kring sítt listaverkstað og heim hevur skapt ein ævintýrheim – enntá við egnari hobbittholu.

Eg havi verið og vitjað í hobbitholuni og fekk ein drekkamunn – tað var eitt ævintýrkent upplivilsi – og gott kaffi.

Gævi vit læra at síggja vakurleikan og sjáldsemið gjøgnum gestsins brillur, tí so fara vit óivað at hugsa meira um at varðveita og hjúkla um hvønn einasta serstakan blett.

---

Vit fegnast í ljósi og hita, og vit gleðast um hugnaligar og friðsælar náttúruperlur, har til ber at njóta frið, áartutl og fuglasong.

Tað er einki minni enn grøðandi fyri sál og likam ein dag sum hendan, at uppliva okkara náttúru.

Og júst hesin staður er vorðin eitt satt friðskjól hjá børnum og vaksnum.

---

Gjøgnum tíðirnar er sera nógvur symbolikkur lagdur í týdningin av longsta degi. Nógvastaðni í Evropa fella hátíðarhaldini av summarsólstøðum saman við jóansøkuni.

Summarsólstøður merkja, at nú er hásummar. Og her hjá okkum í Føroyum er tað hásummar, uttan mun til um tað er turt og lýtt, ella tað er kalt og tað regnar.

Vit vita, at Kvívík er landnámsbygd – ein av teimum allar elstu bygdunum í Føroyum.

Tað er tí hugvekjandi at hugsa sær, at víkingar fyri kanska ellivu – tólvhundrað árum síðan hava staðið akkurát her og fagnað hásummarinum. Og at vit framvegis gera akkurát tað sama.

Náttúran her mann eisini hava verið ein orsøk til teir mentanarligu skattir, komnir eru úr Kvívík við monnum sum Kvívíks-Jógvani og Jóan Peturi Uppi í Trøð.

Sjálvum hevur tað verið mær unt at búleikast her í Leynum av og á seinastu 40 árini. Og tær løturnar eru ógloymandi og gull verdar.

Og tá tað kemur til akkurát hetta økið, er tað óbroytiligleikin, sum hugtekur – sum Jóan Petur Uppi í Trøð tók til:

Her fedrarnir stóðu, her standa vit enn,
her girður tað sama havið,
á sama himli tann sama sól
hvönn morgu
n rennur úr kavi.

At sita eitt summarkvøld við Múlheygar og hyggja oman á Leynasand, síggja ljósið spæla í sjónum og hoyra børnini spæla á sandinum, tað er balsam fyri sálina.

Líkaso bergtakandi er tað at síggja í brimi og ódn, tá alt stendur í einum roki.

Tit, sum her ráða fyri borgum, tit fara varisliga um og tit eiga stóra tøkk uppiborna, fyri at røkja og varðveita hetta økið til gagns og gleði fyri okkum øll.

Takk fyri at eg varð boðin við, takk fyri góða fyriskipan, góðan tónleik og góðan summarhýr.

Takk fyri øll somul, góða jóansøku og gott summar!