Tíðindi - 21. februar 2022

Røktarheim og røktaríbúðir byggjast á Stórubrekku

Arbeiðið er í gongd at gera byggiskrá til bygging av nýggjum røktarheimi og atknýttum røktaríbúðum á Stórubrekku. Býarskipanardeildin stendur fyri hesum arbeiði. Talan er um eitt røktarheim við 64 búplássum og 16 atknýttum røktaríbúðum.

Byggiskráin verður liðug nú í summar og verkætlanin skal eftir ætlan bjóðast út seint í ár. Bygginevndin hevur tikið støðu til at bjóða arbeiðstøkuna út í høvuðsarbeiðstøku, m.a. tí talan er um eitt sera stórt prosjekt.

Ynski er eisini at leggja dent á vælferðartøkni sum heild í røkt í Tórshavnar kommunu. Umsitingin er í gongd at gera fáa lýst krøv til vælferðartøkni í byggiskránni, soleiðis at hetta verður knýtt í hesa verkætlan.

Býráðið skal nú játta pening til uppstart, forkanningar, ráðgeving, fyrireiking til útbjóðing av verkætlanini. Harumframt skal umsitingin hava heimild at bjóða verkætlanina út og at fara undir sáttmálasamráðingar við vinnandi ráðgevarafyritøkuna.

Málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.