Tíðindi - 29. apríl 2026
Ruddingardagar í umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu

Í sambandi við umhvørvisvikuna skipar Tórshavnar kommuna fyri ruddingardøgum, har øll verða boðin at luttaka.
Ruddingardagar fyri skúlar, stovnar og virkir verða mikudagin 6. mai, og almenni ruddingardagurin fyri húskið, bólkar og feløg verður leygardagin 9. mai.
Øll, sum luttaka í ruddingardøgunum, kunnu melda seg til á torshavn.fo og vera við í lutakasti um tvey gávukort uppá 6.000 kr. Freistin at melda til ruddingardagarnar er týsdagin 5. mai.
Á heimasíðuni hjá kommununi kunnu tit lesa meira um, hvar tit kunnu fáa posar, og hvar bingjur verða settar. Saman koma vit longst!