Tíðindi - 30. mars 2026
Ruskinnsavning og upplatingartíðir broyttar um páskirnar

Í sambandi við páskirnar eru broytingar í ruskinnsavningini og í upplatingartíðunum hjá Kommunalu Brennistøðini.
Allar støðir og endurnýtslur hjá Kommunalu Brennistøðini eru stongdar allar páskadagarnar frá skírisdegi til og við 2. páskadag.
Ruskinnsavningin forskotin
Ongin ruskinnsavning er skírisdag, langafríggjadag og 2. páskadag. Í teimum økjunum, sum hetta ávirkar, verður innsavningin forskotin. Hetta merkir, at ruskið, sum vanliga verður heintað hósdag og fríggjadag, verður heintað dagarnar frammanundan í páskavikuni. Ruskið, sum vanliga verður heintað mánadag, verður heintað týsdag og mikudag eftir páskir.
Papp og pappír í øki 3, sum eigur at verða heintað hesa vikuna, verður heintað leypandi eftir páskir.