Lurta
Tíðindi - 07. desember 2023

Ruskinnsavningin framvegis darvað av hálkuni

Aftur í dag hevur hálkan darvað ruskinnsavningini. Støðini, har burturkastið ikki er tikið í dag, noyðast at bíða til næstu ferð, ruskinnsavningin heintar burturkast í økinum.

Talan er um hesi støðini:

  • Millum Gilja
  • Slættalíð
  • Oman Stóragarð
  • Skákið
  • Ein partur av Reynsgøta
  • Reynstún
  • Ein partur av Stiðjagøta
  • Við Sandá
  • Millum Horna
  • Ovarivegur í Kirkjubø
  • Sleipnisgøta
  • Áarrás
  • Mark á Kongavarða
  • Stórur partur av Norðasta Horn
  • Ein partur av Velbastað