Tíðindi - 04. januar 2021
Samstarvsavtala løgd fram týsdagin
Nýggi býráðsmeirilutin í Tórshavnar kommunu bjóðar inn til tíðindafund týsdagin 5. januar í býráðssalinum. Á fundinum verður samstarvsavtalan hjá meirilutanum komandi fýra árini løgd fram.
Fjølmiðlarnir eru bodnir til fundin, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, og formenninir í ymisku nevndunum fara at greiða frá samstarvinum og ætlanum.
Fundurin byrjar klokkan 10.