Lurta
Tíðindi - 26. oktober 2023

Samtykt at fyrireika útbygging av Skansabryggjuni norðureftir

Býráðið hevur nú seinnapartin samtykt at játta eina millión krónur til fyrireikingar og projektering av verkætlan at útbyggja Skansabryggjuna norðureftir.

Núverandi útbygging av Skansabryggjuni og eystara havnaøki skuldi upprunaliga fevna um eitt øki uppá umleið 163.000 fermetrar. Útbyggingarætlanin varð tó tillagað og minkað niður í 95.000 fermetrar.

Nýggja havnaøkið minkaði við hesi tillaging sostatt umleið 68.000 fermetrar í mun til upprunaligu ætlanina, og tað minkar sostatt eisini um nyttuna og møguleikarnar at skipa havnaøkið nøktandi í mun tey krøv og ynski, sum eru og verða til farmaflutning og uttanlandssigling.

Ein onnur avleiðing av hesi broyting var eisini, at ætlanin at gera nýggjan til- og frákoyringarveg millum havnalagið og ringvegin ikki kundi fremjast.

Havnarmeistarin mælti nú til at játta eina millión krónur til fyrireikingar og projektering av verkætlanini «Skansabryggjan – útbygging norðureftir», fíggjað av íløgum hjá Tórshavnar havn fyri 2023, og at beina málið í býráðið umvegis fíggjarnevndina.

Havnanevndin hevur samtykt at taka undir við tilmælinum, og ein meiriluti í fíggjarnevndini tók 18. oktober 2023 undir við havnanevndini at beina málið í býráðið.

Málið kom fyri á býráðsfundi í dag og varð samtykt.