Tíðindi - 08. juli 2021

Sáttmáli gjørdur fyri busskoyring í 2022

Bussar Sáttmáli

Tað verða bussarnir hjá Sp/f Gundurs Bussar, sum fara at røkja alla busskoyringina í Tórshavnar kommunu í 2022.

Ískoytissáttmáli varð í dag undirskrivaður við Sp/f Gundurs Bussar. Sáttmálin byggir á verandi sáttmála um busskoyring í Tórshavnar kommunu.

Tað vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Heðin Zachariassen, nevndarformaður í Sp/f Gundurs Bussar, sum skrivaðu undir.

Avtalan fevnir um tíðarskeiðið frá 1. januar 2022 - 1. januar 2023. Sp/f Gundurs Bussar fara at reka alla bussleiðina í Tórshavnar kommunu fyri kr. 28,2 mió.kr hetta tíðarskeiðið.