Lurta
Tíðindi - 02. desember 2022

Sáttmáli um nýggja 5-metur vippu undirskrivaður

Nú kunnu vitjandi í svimjihøllini gleða seg til, at 5-metur vippan aftur verður tikin í nýtslu. Vippan, sum hevur verið avlæst í nærum eitt ár, letur upp aftur komandi vár.

Eysturlon skal gera arbeiðið, sum snýr seg um at skifta alla timburkonstruktiónina og gera nýggjar trappur.

Myndirnar eru tiknar í gjár, tá sáttmálin varð undirskrivaður.