Tíðindi - 29. apríl 2022
Sáttmáli undirskrivaður um vegin omanfyri Argjahamar
Í dag undirskrivaðu Articon og Tórshavnar kommuna sáttmála um vegagerðina omanfyri Argjahamar, har nýggja stóra útstykkingin verður. Vegagerðin er ein fortreyt fyri, at stóra útstykkingararbeiðið kann fara í gongd, og samstundis verður vegurin fluttur úr túnunum hjá fólki í ovastu røð og væl niðaneftir.
Vegurin er einar 600 metrar langur og gongur út í Glyvursnesvegin hjá festaranum. Hægsta raðfestingin hevur verið at fáa lagt vegin so skynsamt sum gjørligt í lendið, fyri síðani at planleggja ítøkiligu byggingina á staðnum, har einar 200 íbúðareindir verða gjørdar.


