Tíðindi - 20. juli 2026

Sendiharri úr Filipsoyggjum vitjar Tórshavnar kommunu

Elsa (4)

Fyrrapartin vitjaði filippinski sendiharrin í Danmark, Pablito Mendoza, Tórshavnar kommunu.

Elsa Berg tók ímóti sendiharranum, sum vísti stóran áhuga fyri Føroyum og fyri Tórshavnar kommunu. Fundurin snúði seg í stóran mun um filipsoyingar í Føroyum, sum sendiharrin við toymi hevur verið í samband við á vitjan síni í Føroyum.

Eisini skiftu tey orð um ferðavinnu, umhvørvi, mál og mentan, og hvat samband annars er millum Føroyar og Filipsoyggjar.

Pablito Mendoza fer saman við toymi sinum aftur til Keypmannahavnar í dag.