Lurta
Tíðindi - 16. september 2023

Sera nógv fólk til kollafjarðardagar

Í dag byrjaðu kollfirðingar tíðliga við morgunmati við bátahylin frá klokkan 8. So var morgunsvimjing á Sjóvarsandi, har ung sum eldri luttóku.

Klokkan 10 var farið undir súkklingina. Byrjað var við bátahylin og súkklað var eitt hálvt marathon. Borgarstjórin luttók aftur hesaferð í súkklingini. Onkur metti, at her luttóku eini 400 fólk.

Annars er listaframsýning við lokalum listafólkum í skúlanum, ríðifelagið Dalaross skipar fyri ponyríðing við bátahylin og sølumarknaður er eisini í tjaldinum við bátahylin.

Ein rúgva av øðrum størri og smærri tiltøkum er í bygdini. Klokkan 16 er togtogan millum býlingar, kl 18 er hondbóltur KÍF og H71 og kl 20 er KÍF kappróður.