Tíðindi - 21. apríl 2026

Siglingarárið sett í gongd

Tórshavnar Bátafelag 18.4.26 2

Leygardagin skipaði Tórshavnar bátafelag fyri Mjáflaggahúning. Hetta er tíðin, tá nýggja siglingarárið byrjar, og tá bátafestivalar og bátahugni seta dám á vikuskiftini.

Tiltakið byrjaði við, at bátarnir savnaðust við Molan, og síðani varð siglt inn í Vágsbotn, har skipað varð fyri lítlum hátíðarhaldi.

Heðin Mortensen helt røðu vegna Tórshavnar býráð og segði millum annað, at “tað sosiala, sum fylgir við at hava bát og at vera saman í felag, skapar sín egna og serliga hugna. Fyrr søgdu vit, at føroyingurin var føddur við ár í hendi, men tað er kanska ikki akkurát so í dag. Nú eru tað góðir bátar og seglbátar, ið eru karmur um tað siglandi lívið, ið verður notið til fulnar.”

Siglingarárið er nú byrjað, og bátatiltøk eru kring landið so gott sum hvørt vikuskifti.

Tórshavnar bátafelag skipar fyri Bátahugna í Vágsbotni vikuskiftið 8.-9. mai. Hetta er fjórða árið, at skipað verður fyri bátahugna, og tiltakið plagar at vera ógvuliga vælumtókt.

Og 6. juni hevur felagið barnatiltak í Vágsbotni.

Tórshavnar bátafelag hevur um 400 limir, og limatalið hevur verið støðugt seinastu árini. Øll kunnu vera limir í felagnum, og limirnir eru eisini úr øllum pørtum av landinum.