Lurta
Tíðindi - 07. februar 2024

Simme Musikkhús nýggjan eigara

- Góðan dagin øll somul – og hjartaliga tillukku við yvirtøkuni av hesi søguligu fyritøku, sum hevur havt so ómetaliga stóran týdning fyri okkara tónleikalív um landið alt, men serliga her í høvuðsstaðnum.

- Fyri áleið 15 árum síðan fekk Simme heiðursløn frá Tórshavnar kommunu fyri sína drúgvu tænastu fyri býin.

- Simme var við tónlistarligum arbeiðsroyndum úr grannalondunum hin fyrsti at vísa á tónleikin sum nýggjan vinnuveg. 

- Og tá Simme Musikkhús lat upp, var hann saman við øðrum við til at prógva, at tað eisini bar til at gera plátur á føroyskum.

---

- Tá eg var unglingi undirvísti Simme og hevði sølubúð úti á Landavegnum, beint yvir av Bryggjarínum. Eg gekk sjálvur har at læra at spæla gittar- men eg haldi ikki, eg hevði nakað serligt tónleikaoyra, tí Simme bað meg fara til hús.

- Tað var stórt framstig, tá Simme flutti heim í býin, har hann húsaðist í Steinatúni á horninum millum Niels Finsensgøtu og Bøkjarabrekku – sum tá ikki var komin ígjøgnum - har var barberur í einum enda, hýruvognar í hinum endanum, og Simme mitt ímillum.

- Her bar til at lurta eftir grammofonplátum, at spæla uppá og royna ymisk ljóðføri, eitt fantastiskt umhvørvi, har vit ungdómar hildu nógv til. 

- Simmi flutti oman í Niels Finsensgøtu við Bókasavnið – ella í Jotoholið, sum tað eisini varð kallað. Síðan varð flutt niðan til Niels Vang í Lukas Debesargøtu – tá hevði Magnus Bjarnastein yvirtikið handilin.

- Magnus keypti handilin í 2005, so tað eru næstan 20 ár síðan. Hann var tá serliga kendur sum gittarbyggjari og maðurin aftanfyri teir tiltiknu Bjarnastein-guitars. Umframt eisini fyri at umvæla ljóðføri.

- Umvælingarverkstað var knýtt at handlinum, umframt verkstaðið, har Magnus bygdi sínar egnu gittarar. Síðan tá má sigast, at handilin hevur verið kendur fyri breitt og stórt úrval av bæði ljóðførum og aðrari tónleikaútgerð.

---

- Simmi var ein hin fyrsti at geva ungdóminum ljóð í okkara tá nýggja útvarpi. Og líka síðan tá hevur hann verið størst hugsandi stuðul hjá tónleikinum á so mangan hátt, bæði sum útvegari av ljóðførum, og sum kveikjari og fyriskipari.

- Simme er framvegis ein býarmynd í Havn – tey í Tilhaldinum hava t.d. seinnu árini notið væl av hansara undirspæli. 

---

- Tað eg hugsaði at nevna í hesum sambandi er, at eitt navn sum Simme Musikkhús – tað forpliktar. 

- Hetta navn hevur staðið sum ein ímynd av virkni og víðskygni innan føroyskan tónleik í meira enn seksti ár.

- Og Simme hevur samstundis verið dyggasti stuðulin hjá okkara livandi tónleiki, tá hugsað verður um útvegan av ljóðførum og tænastu.

- Eg veit, at Magnus Bjarnastein hevur tikið hetta í álvara, og eg vóni, at tit, sum nú taka yvir, leggja tykkum í geyma, at tit yvirtaka ikki bara ein handil, sum selir ljóðføri.

- Tit yvirtaka eina institutión, sum í mannaminni hevur verið miðpunkt í livandi føroyskum tónleiki og tónleikaframleiðslu. Og miðpunkt í høvuðsstaðnum.

- Og við Terja Vestergaard sum leiðara ivist eg ikki í, at hetta fer at eydnast tykkum. 

- Terji vita vit er góður fyriskipari, hann er m.a. útbúgvin handilskallur og framúr seljari – og við mongum tónleikaframleiðslum aftan fyri seg veit hann neyvt, hvat skal til og hvørjum tørvur er á.

---

- Vónandi fer at eydnast tykkum at víðariføra góðu tradisjónirnar, tí hóast bæði tøkni og alt annað broytist, so stendur navnið framvegis sum ein ímynd av virkni og víðskygni innan føroyskan tónleik.

- Eg fari tí at ynskja Terja Vestergaard og tykkum øllum, sum nú fara at mynda fyritøkuna, alt tað besta frameftir.

- Hjartaliga tillukku.

Heðin Mortensen

borgarstjóri