Tíðindi - 03. november 2026
Sjey nýggj bussskýli sett upp

Sjey nýggj bussskýli eru sett upp ymsa staðni í kommununi, og tvey afturat verða sett upp innan heilt stutta tíð.
Fleiri fyrispurningar hava verið um at fáa fleiri bussskýli sett upp í kommununi. Tórshavnar kommuna hevur tí arbeitt við hesum og gjørt sáttmála við Dygdarverk um at gera og seta upp nýggj bussskýli.
Bussskýlini eru sett upp á Staravegnum, Millum Gilja, á Dalavegnum, á Karlamagnusarbreyt. Í næstu viku verður eitt bussskýli sett upp í Hornabø og eitt á Marknagilsvegnum
Í kommununi eru 188 busssteðgistøð, og av teimum hava 125 bussskýli - og nú koma 9 afturat.