Lurta
Tíðindi - 15. juli 2021

Skótadepilin millum Tjarna tikin í nýtslu

14Juli21 B3A8261

Skótadepilin millum Tjarna úti í Havnardali er nú tikin í nýtslu. Ein samkoma var í gjárkvøldið. Tiltakið skuldi eftir ætlan vera í nýggja deplinum, men vegna veður varð tiltakið flutt í hølini hjá KFUM við Hoyvíksvegin. Her eru nakrar myndir og røðan, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri, flutti fram.

- Góðu børn, góðu vaksin, góðu skótar!

- Tað er stuttligt at síggja tykkum øll her í kvøld. Hetta er jú ein stórur dagur hjá tykkum, nú spildurnýggi skótadepilin, sum tit nevna Skótadepilin millum Tjarna, verður tikin í nýtslu.

- Tað var ein spennandi hending, tá ið spakin varð settur í lendið Flaggdagin fyri góðum 9 árum síðani. Tá var hetta bara ein grýtutur berur vøllur nærhendis eini tjørn í Havnardali.

- Men hyggið so nú 9 ár seinni – nú stendur ein avbera flottur depil til tykkum skótar!

- Tit hava bæði smáttur, bálstað, øki til legubál, skýli og bálsmátta, sandvøllur til tjørnina og stóri vøllurin, sum er tykkara tjaldingarøki.

- Einki av hesum hevði borið til uttan tað stóra lendis- og byggiarbeiði, sum er farið fram á staðnum.

- Hesum arbeiði hevur Tórshavnar kommuna stuðlað væl. Og so hava eisini grunnar, fyritøkur, kirkjuráð og privatfólk stuðlað arbeiðinum – bæði við peningi og eisini við arbeiðsmegi.

- Nú vitjar Margretha drotning í Havn. Vit hava boðið henni á Trappuna í Vágsbotni, og sum siður er, heldur borgarstjórin eina røðu. Boðskapurin er tann, at Havnin mennist skjótt, men at vit eisini mennast við størstu virðing fyri tí søgu, sum hevur gjørt Havnina til tað, hon er í dag.

- Og man skuldi trúð, at tit skótar eru tankalesarar! Tí tit hava nevniliga uppkallað ymiskt úti í skótadeplinum eftir dreingjum, sum vóru partur av tí fyrsta skótaliðnum hjá KFUM.

- Bálstaðið eitur »Tórgarð« eftir Akseli W. Tórgarð, prestinum. Tað var hann, sum stovnaði úlvaflokkin hjá tykkum.

- Bálsmáttan eitur »í Geil«, og hon er uppkallað eftir Djóna í Geil, sum hevði málingahandil á horninum við Erlings jals gøtu og Kopargøtu.

- Vit hava eisini »Holm’s Smiðju«, og hon eitur eftir Niels Holm Petersen, skipstimbrara á Skipasmiðjuni, so smiðjan hjá tykkum eitur passandi eftir honum.

- Beiggjarnir Torbjørn og Poul Sørensen hava tvey skýli uppkallað eftir sær. Torbjørn var bókhaldari og átti Kartna Winther & Co. saman við Kartna Winther, og Poul Sørensen var telegrafistur og arbeiddi nógv ár á Telegrafstøðini.

- Hetta eru alt menn, sum vóru dreingir, tá ið Skótalið KFUM’s byrjaði í 1941. Og teir vóru allir partur av fyrsta skótaliðnum.

- Hetta vóru teir, sum gingu undan, og teir minnast tit við størstu virðing í Havnardali. Hetta er ordiliga stuttligt at síggja!

- Sum eg skilji, so hava hesir seinastu dagarnir víst, at nýggi skótadepilin riggar ótrúliga væl. Hann er partur av hesari leguni hjá tykkum, sum tit nevna Reynalegan.

- Og tit hava sanniliga nógv á skránni!

- Tit hava gingið úr Havnardali, umvegis kongavarðarnar til Heinastovu, har tit hava sovið eina nátt. Og har hava tit eisini fiskað síl. Eg havi frætt, at tit vóru øgiliga spent at sleppa at fiska, og at okkurt síl eisini beit á, tá ið tit vóru við Porkerisvatn.

- Ein annar gongutúrur hevur verið úr Húsahaga til Sundsá, har tit eisini sum rættir skótar grillaðu góðan føroyskan laks frá grundini.

- Og tit hava eisini svomið í Gundadali, vitjað á Sløkkiliðsstøðini, í Havnar kirkju, úti á Reyni og róð við teinæringinum og fingið ein stimitúr við nýggja Rescue Lív.

- So hesir dagarnir eru ein ordans uppliving fyri tykkum øll!

- Tankin við deplinum er at fáa náttúruna mitt inn í virksemi hjá tykkum. So úti í Havnardali fara tit at hittast til fundir alla summarhálvuna.

- Tit byrjaðu í 1941 í Losjuni við Tinghúsvegin, tá ið KFUM skótaliðið í Havn varð stovnað. So í ár eru eisini liðin 80 ár, síðani stovnanina.

- Seinni flutti Skótalið KFUM’s niðan her við Hoydalsvegin – tað var á hvítusunnu í 1952. Her eru tit enn, og her fara tit eisini framhaldandi at hava tykkara virksemi vetrarhálvuna.

- Fyri Tórshavnar kommunu er tað eitt heilsutekin, at vit hava so nógv ymisk tilboð til børnini. Og her eru skótarnir sanniliga við til at fáa fjálga um og gera tilboðini til børnini í Tórshavnar kommunu spennandi og fjølbroytt.

- Og nú hava tit so eisini eitt flott og spennandi stað mitt úti í náttúruni. Økið er heilar 13,500 fermetrar, so hetta er positivt og gott fyri tykkara framtíð.

- Við hesum fari eg at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við Skótadeplinum millum Tjarna. Eg fari samstundis at ynskja tykkum blíðan byr og hepna hond við virkseminum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.