Lurta
Tíðindi - 15. desember 2023

Skúlainnskrivingin latin upp

Skúlin-á-Argjahamri-1-2019_web_AH

Innskrivingin til skúlaárið 2024/25 er tøk frá fríggjadegnum 15. desember 2023 klokkan 11 til mikudagin 17. januar 2024 klokkan 13.

Viðhvørt verður spurt, um tað hevur týdning at skriva barnið inn beinanvegin innskrivingin letur upp. Tað er ikki neyðugt. Barnið skal bara vera skrivað inn, áðrenn innskrivingarfreistina 17. januar 2024 klokkan 13.

Grundupptøkuøki

Skúlarnir hava grundupptøkuøki. Tað er tó ikki vist, at øll, sum búgva í grundupptøkuøkinum fáa pláss í skúlanum í økinum. Tá tilgongdin í ein skúla er størri enn talið á tøkum plássum, verða plássini lutað út við støði í politiskt samtyktum leiðreglum. Grundupptøkuøkini sært tú á kortinum niðanfyri, og upptøkureglurnar sært tú niðast á hesari síðuni.

Vís kort í fullari stødd

Innskriving í forskúla

Foreldur, ið ætla at skriva børn fødd fyri 1. januar 2018 inn í forskúla í Sankta Frans skúla, Skúlan á Argjahamri, Skúlan á Fløtum, Eysturskúlan ella Kaldbaks skúla kunnu somuleiðis avgreiða innskrivingina í talgildu plássskipanini.

Skriva inn í forskúla

Innskriving í fyrsta flokk

Foreldur, ið ætla at skriva børn fødd fyri 1. januar 2017 inn í 1. flokk til komandi skúlaár, kunnu avgreiða innskrivingina í talgildu plássskipanini.
Gev gætur, at tey børn, sum ganga í forskúla nú, eru innskrivað í skúlan, har tey ganga í forskúla og skulu tí ikki skrivast inn av nýggjum. Ynskja foreldur pláss í øðrum skúla enn tí, tey ganga í forskúla, skal barnið tó skrivast inn av nýggjum.

Skriva inn í skúla

Innskriving í forskúlalíknandi tilboð

Í Nólsoy og á Velbastað eru forskúlalíknandi tilboð. Forskúlalíknandi tilboð eru skipað í samstarvi millum dagstovn og skúla. Her skulu foreldur tó venda sær til ávikavist Nólsoyar ella Velbastaðar skúla, um tey ynskja at skriva barnið inn í forskúlalíknandi tilboðið.

Finn skúla

Innskriving í frítíðarskúla

Tað er ikki neyðugt at skriva tey børnini, sum frammanundan ganga í frítíðarskúla inn av nýggjum, men um foreldur ikki ynskja pláss í frítíðarskúla, kunnu tey rita inn í plássskipanina og siga plássið upp har.

Sig upp frítíðarskúla

Innskriving í frískúla

Fyri at skriva børn inn í 1. flokk ella forskúla í einum av frískúlunum í kommununi, skulu foreldur venda sær beinleiðis til Frískúlan Lítlaskúla í eysturbýnum ella Frískúlan í Havn á Velbastað.

Upptøkureglur

Leiðreglurnar fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar sært tú her:

Leiðreglur fyri upptøku av næmingum til kommunalu fólkaskúlarnar