Tíðindi - 02. november 2020

Skúlin á Fløtum opin fyri almenninginum

Skúlin á Fløtum er bygdur og klárur at taka í nýtslu, og nú verður skipað fyri hátíðarhaldi og fyri opnum húsi, har almenningurin eisini sleppur inn at síggja nýggja skúlan. Vegna koronu er hátíðarhaldið týsdagin kl. 15.15-16.30 fyri innbodnum. Hátíðarhaldið verður stroymt beinleiðis á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, soleiðis at fleiri fáa høvið at fylgja við. Leinkja verður tøk seinni.

Til ber at síggja Skúlan á Fløtum hesar dagar:

Týsdagin 3. november 2020, kl. 16:30-19 – Opið hús

Mikudag 4. november 2020, kl. 16-19 – Opið hús

Hósdagin 5. november 2020, kl. 16-19 – Opið hús
Fríggjadag 6. november 2020 er IKKI opið hús

Leygardagin 7. november 2020, kl. 10-18 – Opið hús
Sunnudagin 8. november 2020, kl. 14-18 – Opið hús

Atgongd til bygningin og covid-19 tilmæli
Við atliti at covid-19 skulu gestir ganga inn gjøgnum inngongd D, høvuðsinngongdina á suðursíðuni. Síðani oman gjøgnum bygningin á niðastu hædd og niðan aftur eftir 1. hædd og upp á 4. hædd. Har kann veljast millum at fara út á tekjupallinum á 4. hædd og ganga omaneftir tekjupallinum úti, ella at fara niður gjøgnum trappugongina inni og út gjøgnum inngongd/útgongd E.

Vaktarhald verður á staðnum fyri at tryggja, at ov nógv fólk ikki savnast somu støð og heitt verður á vitjandi um at halda almennu tilmælini viðv. korona.

Parkering
Gestir kunnu seta bilin við p-økið hjá musikkskúlanum, Glasi ella í Hans Andriasargøtu í avmerktum básum. Gott busssamband er til økið!

Innsløg á skrá til opið hús í vikuskiftinum
Leygardagin 7. nov. 2020, kl. 10-18

Kl. 13:00-13:45 – Bárður Johannesen á keyboard spælir í miðøkinum

Kl. 14:45-14:50 – Solo dansiframførsla við Ludvík Heðinsson

Kl. 15:30-16:15 – Reality Bytes, rútmiskur bólkur, spælir í miðøkinum

Kl. 10:00-18:00 – Myndir frá fyrireikingum, byggitilgongd og um arkitekturin í bygninginum sýndur á skíggjum í bygninginum

Sunnudagin 8. november 2020, kl. 14-18

Kl. 15:30-16:15 – Funksjón, rútmiskur bólkur, spælir í miðøkinum

Kl. 14:00-18:00 – Myndir frá fyrireikingum, byggitilgongd og um arkitekturin í bygninginum sýndur á skíggjum í bygninginum


Byggiverkætlanin Skúlin á Fløtum

Við ársbyrjan 2015 vórðu Venjingarskúlin og Tórshavnar Kommunuskúli lagdir saman í ein skúla. Tað er hesin samanlagdi skúlin, sum nú er Skúlin á Fløtum. Vinnandi uppskotið til skúlan eitur “Eindirnar í heildini”, sum toymið EIND Í/F við Árna Winther arkitektum (nú SNA), ZETA architects, Brim arkitektum, SMJ og LBF hava gjørt. HøvuðsaArbeiðstakari er Articon/Búsetur Í/F.
Tórshavnar kommuna er arbeiðsánari og byggiharri.

Arbeiðið byrjaði á sumri 2016, og og nú fyrst í novembur 2020 letur skúlin upp. Virksemi í bygninginum fevnir um fólkaskúla og frítíðarskúla, umframt ítróttar- og kvøldskúlavirksemi. Í nýggja skúlanum og frítíðarskúlanum á Fløtum, er rúm fyri um 850 næmingum og á leið 110 starvsfólk fara at arbeiða á skúlanum. Bygningurin og uttanumøkið er eisini ætlað at vera ein býlingsdepil og býarrúm í nærumhvørvinum.