Sløkk tostan og tendra tilvitið: Umhvørvisvikan 2024 snýr seg um vatn
Í Føroyum hava vit ríkiligt av vatni, tí tað regnar altíð, og vit hava eisini heimsins reinasta vatn! Hesar útsagnir hoyra vit ofta – ikki minst nú summi vilja vera við, at vit skulu tilbúgva okkum við at eiga vatn inni. Men er tað veruliga so? Kunnu vit brúka óavmarkað av vatni í Føroyum? Og hvussu reint er vatnið í veruleikanum? Og hvat við havinum rundanum okkum, hvørs tilfeingi vit liva av?
Allir hesir spurningarnir og fleiri við verða settir á umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu, sum hevur evnið vatn, og sum fer at seta sín grøna dám á alla kommununa 4.-11. mai. Evnið tekur støði í sætta og fjúrtanda heimsmáli fyri burðardygga menning, ið snúgva seg um »Reint vatn og reinføri« og »Lívið í havinum«.
Skráin er á tremur við tiltøkum fyri borgarar í øllum aldri og við alskyns áhugamálum. Boðið verður millum annað til rundvísingar á vatnverkinum í Villingadali og á Føroya Sjósavni, umhvørvisveiðu, túrar til gongu og í bátum av ymsum slag, barnabio, mat- og plantumarknað, virkisvitjan og filmssýning. Til tey, sum tysta eftir vitan, verður ein røð av fyrilestrum á skránni um evni sum streymviðurskifti og vistskipanir, rák, burðardygga taraaling og vatn sum tilfeingi.
Sum siður er, endar vit við einum stórum ruddingardegi leygardagin 11. mai, har vit øll í felag taka eitt tak fyri náttúruna.
Umhvørvisvikan verður sett í miðbýnum leygardagin 4. mai kl. 11.
Fá tær ein vatnsopa, tendra tilvitskuna og kom á umhvørvisviku!
Les meira og tekna teg til tiltøkini her á kommunalu heimasíðuni og á facebookvanganum hjá umhvørvisvikuni: