Tíðindi - 06. juni 2025

So er aftur Mentanarnátt

Mentanarnáttin 2024

Í kvøld er aftur Mentanarnátt í Havn. Mentanarnáttin varð hildin fyrstu ferð í 2001, og hevur støðugt ment seg síðan tá

Á Mentanarnáttini lata stovnar og virkir dyrnar upp fyri almenninginum, matstovur og gistingarhús spenna seg út, og handlarnir hava leingi opið.

Næst eftir ólavsøkuna er Mentanarnáttin, sum vanliga er fyrsta fríggjakvøld í juni, størsta tiltak, sum er í høvuðsstaðnum, og tað er heldur ikki av ongum, at Mentanarnáttin javnan verður kallað “lítla ólavsøka”.

Aftur í ár er skráin fjølbroytt og spennandi bæði hjá børnum og vaksnum.

Mentanarnáttin verður sett klokkan 18.00, men fleiri tiltøk eru longu áðrenn tað. Meira sæst um tað her: 

Tiltøk á Mentanarnáttini