Tíðindi - 09. januar 2026

Søk stuðul úr Felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn

Ísland, Føroyar, Grønland - fløgg til grunnin web AI_ til tíðindi og SoMe

Møguleiki er nú aftur at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn. Fundur verður í grunninum í apríl mánaði, har avgerð verður tikin um, hvør fær stuðul. Freistin at søkja er fríggjadagin 6. mars 2026.

Býarstýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn seta árliga pening í grunnin. Endamálið er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, ið kunnu fremja og menna samstarvið og fatanina millum hesar kommunur og borgarar teirra. Umsóknir, har allir tríggir býir taka lut, hava
fyrimun.

Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg og onnur, ið halda seg koma undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing um tiltakið. Umsóknarblaðið er at finna á síðu okkara um felagsgrunnin.

Tað er av týdningi, at umsóknarblaðið verður nýtt, tá søkt verður, og at svarað verður so gjølla, sum til ber.

Meiri fæst at vita við at venda sær til stjórnarskrivstovuna á telefon 30 20 10

Umsókn merkt »Vestnordisk hovedstadsfond – Nuuk, Reykjavík, Tórshavn« eigur at vera hjá Tórshavnar kommunu, Postsmoga 32, 110 Tórshavn, torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi fríggjadagin 6. mars 2026.

Søk stuðul úr Felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn