Tíðindi - 20. apríl 2026

Søk um ólavsøkuloyvi og send tilfar til skránna

28Juli24 84A1285

Skipar tú fyri tiltaki á ólavsøku, og skal tiltakið við í ólavsøkuskránna, mást tú minnast til at søkja loyvi áðrenn 1. juni 2026 og senda tilfar til skránna áðrenn 1. juli 2026.

Vilt tú skipa fyri tiltaki á kommunalum øki á ólavsøku, mást tú søkja um loyvi á Vanganum. Á síðu okkara um ólavsøkuloyvi sært tú, hvussu tú søkir, og hvørjar treytirnar eru. Freistin at søkja um loyvi til tiltak á kommunalum øki á ólavsøku er 1. juni 2026.

Søk um ólavsøkuloyvi


Lat tilfar inn til ólavsøkuskránna áðrenn 1. juli 2026

Vilt tú hava tiltakið við í ólavsøkuskránna, mást tú senda okkum tilfarið áðrenn 1. juli 2026. Vit skulu gera vart við, at matskráir, upplatingartíðir hjá handlum og líknandi kunning ikki er partur av ólavsøkuskránni.

Les meira á síðu okkara, sum tú finnur her:

Eg vil hava tiltak við í ólavsøkuskránna