Tíðindi - 13. mars 2026

Søk um stuðul til filmsframleiðslu

Filmsgerð

Ert tú í gongd við, ella fert tú undir eina filmsverkætlan, ber til at søkja Tórshavnar kommunu um stuðul til framleiðsluna. Tórshavnar býráð hevur sett eina millión krónur av til at stuðla filmsframleiðslu í Tórshavnar kommunu.

Endamálið við stuðlinum er at skapa betri umstøður hjá teimum, sum fáast við filmsvinnu í høvuðsstaðnum við tí fyri eyga at menna eina nýggja og týðandi vinnugrein, sum stendur í vøkstri í Føroyum.

Dentur verður lagdur á vinnuligar menningarmøguleikar og útlitini fyri, at verkætlanin verður framd í verki. Eisini skal stuðulin viðvirka til, at høvuðsstaðurin fær enn ein sýnisglugga út í heim, og at móðurmál og mentan okkara verður styrkt við tað, at vit fáa filmar á føroyskum.

Umsóknarfreistin er týsdagin 14. apríl 2026. Tú søkir á Vanganum. Nærri treytir og kunning sært tú her:

Søk stuðul til filmsframleiðslu - Tórshavnar kommuna