Søk um stuðul til størri listaliga verkætlan

Tórshavnar kommuna setir á hvørjum ári 1.000.000 krónur av til størri listaligar verkætlanir, og nú er aftur gjørligt at søkja um stuðulin. Umsóknarfreistin er týsdagin 1. apríl 2026.
Endamálið við stuðlinum er at stuðla uppundir dygd og menning innan list og mentan í Tórshavnar kommunu. Øll, sum fáast við listaligt virksemi, sum ikki er vinnuligt, kunnu søkja – listafólk, listabólkar, felagsskapir, áhugafeløg, einstaklingar og onnur.
Av verkætlanum, sum hava fingið stuðul til størri listaligar verkætlanir, kunnu nevnast leikurin Upphav, leikurin Jól í Grannalagnum, fyrsti føroyski bókmentafestivalurin og sangleikurin Klokkarin úr Notre Dame, sum verður frumsýndur í heyst.
Umsóknir um stuðul verða viðgjørdar eftir hesum treytum:
- Heildarmeting av verkætlanini, undir hesum millum annað dygd (í breiðari merking – listalig, samfelagslig og tílíkt)
- Hvussu er verkætlanin við til at menna list og mentan í Tórshavnar kommunu? Tað kann til dømis vera talentmenning, nýskapan, menning av listagreinini ella øðrum
- Hvussu stuðlar verkætlanin visjónini hjá Tórshavnar kommunu: »Okkara høvuðsstaður – Virkin og Vakin«?
Til ber at søkja um upphæddir ímillum 100.000 og 300.000 krónur. Tó kann stuðulsupphæddin ikki vera meira en 30 prosent av samlaðu fíggjarætlanini fyri verkætlanina.
Umsóknarfreistin er týsdagin 1. apríl 2026. Tú søkir á Vanganum. Nærri treytir og kunning sært tú her: