Lurta
Tíðindi - 12. mars 2024

Søk um stuðul til størri listaligar verkætlanir

Søk um stuðul til størri listaliga verkætlan 2024 við ý_mynd_web

Nú er klárt at taka ímóti umsóknum til størri listaligar verkætlanir fyri 2024, og í ár eru 1.000.000 kr. tøkar at søkja. Endamálið við stuðlinum er at stuðla uppundir dygd og menning innan list og mentan í Tórshavnar kommunu.

Øll, sum fáast við listaligt virksemi, sum ikki er vinnuligt, kunnu søkja – listafólk, listabólkar, felagsskapir, áhugafeløg, einstaklingar og onnur. 

Umsóknirnar verða viðgjørdar eftir hesum treytum:

  • Heildarmeting av verkætlanini, undir hesum m.a. dygd (í breiðari merking – listalig, samfelagslig o.t.)
  • Hvussu er verkætlanin við til at menna list og mentan í Tórshavnar kommunu? Tað kann til dømis vera talentmenning, nýskapan, menning av listagreinini ella øðrum
  • Hvussu stuðlar verkætlanin visjónini hjá Tórshavnar kommunu: »Okkara høvuðsstaður – Virkin og Vakin«?

Søkjast kann um upphæddir ímillum 100.000 og 300.000 kr. Tó kann stuðulsupphæddin ikki vera meira enn 30% av samlaðu fíggjarætlanini fyri verkætlanina. 

Umsóknarfreistin er mánadagin 8. apríl 2024. Tú søkir á Vanganum. Nærri treytir og kunning sært tú á síðu okkara um mentanarstuðul.

Tú kanst lesa um verkætlanirnar, sum fingu stuðul í 2023 við at trýsta á tíðindaleinkið niðanfyri.

Mentanarstuðul

Tíðindi - tríggjar listaligar verkætlanir fáa stóran stuðul