Sólorkurikin tvíkilja vitjar í Havn

Sólorkurikna tvíkiljan, Energy Observer, hevur seinastu dagarnar ligið við bryggju í Havn. Umhvørvisvinarliga tvíkiljan hevur einki CO2 útlát og er í løtuni á rannsóknarferð kring heimin. Tvíkiljan er partur av einari størri verkætlan, ið hevur til endamáls at fáa kolevni úr sjóvinnuni og at vísa, at tað ber til tøkniliga.


Elsa Berg, borgarstjóri, vitjaði umborð í dag og bjóðaði manningini vælkomnari til Havnar.
Marin Jarry, skipari
Talan er um eitt rannsóknarskip, ið framleiðir og goymir sína egnu orku. Energy Observer hevur - umframt vindsegl - sólpanelir um alt skipið, ið er gjørt soleiðis, at eisini ber til at ganga á teimum og við sólorku, vindorku og egnari framleiðslu av hydrogeni kann skipið sigla uttan útlát av CO₂.


Energy Observer verður væntandi í Føroyum fram til sunnudagin, tá leiðin gongur víðari til Íslands.
