Spæliliðið hevur fingið prógv

Spæliliðið er eitt átak, har eldri næmingar í 6. og 7. flokki skipa fyri spølum í fríkorterunum til tess at betra um trivnaðin hjá serliga teimum yngru næmingunum.
Mikudagin vóru tey í bowlinghøllini í Havn, har Guttormur í Skála, býráðslimur, handaði teimum prógv og takkaði teimum fyri at hava verið um teir yngru skúlanæmingarnar.
“Góðu tit.
Eg eri 55 ár, og tað er aggandi gamalt ha?
Men eg minnist, tá eg var lítil, og míni bestu minni eru, tá vit ferðaðust í Mikladali, og øll børnini spældu blikka um kvøldarnar.
Eg var eini 6-7 ár, og tey størru børnini vóru 12-14, 18 og enntá var onkur yvir 20 ár.
Tey stóru vunnu sjálvandi, men vit hildu tað vera øgiliga stuttligt at vera við.
Tey størru hjálptu eisini okkum lítlu, og lærdu okkum hvar vit skuldu krógva okkum, ella hvønn veg vit skuldu renna.
Og soleiðis er tað allastaðni. At tey stóru mugu hjálpa teimum lítlu.
Men hvør er tann stóri og hvør er tann lítli?
Eg eri í býráðnum, og bestemmi eitt sindur yvir skúlunum, og tí bestemmi eg eitt sindur yvir lærarindunum. Eg eri tann stóri, og lærarindurnar eru tær lítlu.
Men um eg punkteri, og ein lærarinda støðgar at hjálpa mær, verði eg knappliga tann lítli, og hon verður tann stóra.
Soleiðis er tað allastaðni. Tað broytist fleiri ferðir um dagin, hvør hjálpir, og hvør má hava hjálp.
Takk fyri at tit hava hjálpt og lært teir yngru flokkarnar.”







