Tíðindi - 05. juni 2026

Spanski sendiharrin á vitjan

Spanskur Sendiharri 2

Fyrrapartin fríggjadagin vitjaði spanski sendiharrin í Danmark, Salvador Rueda Rabanal, Tórshavnar kommunu.

Elsa Berg, borgarstjóri, og Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, tóku ímóti sendiharranum, sum vísti stóran áhuga fyri Føroyum og fyri Tórshavnar kommunu. Millum annað skiftu tey orð um vinnulív, mentanarlív og hvat samband annars er millum Føroyar og Spania.

Salvador Rueda Rabanal hevur verið spanskur sendiharri í Danmark síðan januar 2025. Áðrenn tað hevur hann millum annað arbeitt á sponsku sendistovunum í Berlin, Indonesia og Eystur-Timor.

Spanski sendiharrin hevur verið í Føroyum í nakrar dagar og hevur millum annað eisini vitjað Løgtingið.