Tíðindi - 09. februar 2026

Standmynd av Sloan avdúkað

8Feb26 84A7609

Hans Pauli Olsen hevur gjørt standmyndina, sum stendur í Sloans garði framman fyri Sloans hús við Tinghúsvegin, og sum varð avdúkað sunnudagin.

Nógv fólk var komið til avdúkingina, har Elsa Berg, borgarstjóri, helt røðu:

“Góðu øll somul.

Onkuntíð hendir tað, at útlendingar koma til Føroya, sum elva til stórar og grundleggjandi broytingar í samfelagnum.

Vit kunnu nevna Ebbu Müller, betri kend sum Frú Müller, ið sum donsk einkja í Føroyum yvirtók reiðaravirksemið og DFDS-avgreiðsluna í Føroyum eftir deyða mann sín og eisini var forkvinna í Føroya Reiðarafelag í 10 ár.

Vit kunnu eisini nevna Frederick Mason - bretski konsulin í Føroyum undir krígnum, og sum átti sín stóra part í, at Merkið bleiv viðurkent sum føroyskt flagg.

Fólk, sum ikki vóru føroyingar, men sum kortini hava ritað sítt navn inn í Føroya søgu.

 

Katrin Sloan Nielsen, ið er langabbadóttir gamla Sloan, avdúkaði standmyndina

 

 

Hvørki Frú Müller ella Mason kunnu tó máta seg við ein annan útlending, sum kom til Føroya og fekk so sera stóra ávirkan á føroyska samfelagið.

Tað er sjálvandi William Gibson Sloan – maðurin, sum vit í dag eru savnað her fyri at heiðra.

At kalla William Sloan fyri útlending er kanska heldur ikki heilt rætt. Hann kom úr Skotlandi, men hann endaði við at vera føroyingur og búði næstan helvtina av sínum lívi her. Og tað var júst her, í Sloans húsi, og her í grannalagnum, at hann hevði sítt mesta virksemi.

 

Svenning av Lofti

 

Her niðan eftir Tinghúsvegnum stóðu húsini so vøkur sum perlur eftir einum snóri og við vøkrum urtagørðum út ímóti vegnum. Tey flestu gomlu húsini eru nú burtur, men onkur av teimum standa enn. Longri niðri á vegnum eru Degns hús, sum kommunan eisini brúkar til sítt virksemi, og beint við síðuna av her eru Heinesens hús, har Altjóðahúsið í dag heldur til. Og so eru tað Sloans hús, sum eisini var heimið hjá gamla Sloan og konuni Elspu, skamt frá Ebenezer, sum varð bygt fyrstu ferð í 1905, tá ið gamli salurin var blivin ov lítil.

So tað er ikki av leið at siga, at her vit standa nú, stóð eisini vøggan hjá brøðrasamkomuni í Føroyum.

Í dag er brøðrasamkoman størsta trúarsamkoma í landinum aftaná fólkakirkjuna, og tað sigur nógv um, hvørja ávirkan William Sloan hevur havt í okkara samfelag. Og tí er tað eisini heilt upp á sítt pláss, at ein standmynd nú verður reist av honum her mitt í hjartanum á Havnini og beint her, sum føroyska brøðrasamkoman hevur sín uppruna.

 

Róland í Skorini segði nøkur orð

 

Standmyndir fríðka um býin og geva honum nýtt lív, samstundis sum tær eisini minna okkum á eina tíð, sum er farin. Tær skapa hita í býarumhvørvinum og kunnu eisini geva okkum nýggja vitan. Børn ganga framvið eini standmynd og spyrja síni foreldur, hvør hatta er, og vit vaksnu verða eisini meira forvitin eftir at vita meira um standmyndina og um hvønn ella hvat hon skal avmynda.

Soleiðis verða standmyndirnar eisini ein týðandi partur av okkara mentan og ein inngrógvin partur av býarmyndini.

Nýggja standmyndin av William Gibson Sloan legst afturat fleiri øðrum vøkrum standmyndum, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt, og vit í kommununi eru takksom fyri tær mongu standmyndirnar, sum prýða okkara bý.

 

Elsa Berg, borgarstjóri, heilsar upp á listamannin Hans Paula Olsen, sum hevur gjørt standmyndina

 

 

"Eini góðviljandi menniskjaeygu, tú ongantíð gloymir", skrivaði William Heinesen millum annað um gamla Sloan

 

Eg fari at enda við at endurgeva William Heinesen, sum í minningarorðum um Andrew Sloan, ið var sonur William Sloan og trúboðari eins og pápin, sigur soleiðis:

“William Sloan trúboðara minnist eg bara sum “gamlan mann”; serliga gamalur hevur hann tó ikki verið, men eins og Rasmus Effersøe, sum vit eisini hildu vera “avgamlan”, hevði Sloan hvítt og sítt skegg. Sloan var skoti og ikki so ólíkur landa sínum, filosoffinum John Stuart Mill: Sama fínliga og andborna andlit og fjálga eygnabrá – eini góðviljandi menniskjaeygu, tú ongantíð gloymir.”

At William Sloan ongantíð verður gloymdur, er nú eisini vissa fingið fyri við tað, at hann hevur fingið sína egnu standmynd her í túninum hjá sær sjálvum.

Við hesum vil eg ynskja øllum tykkum, sum hava verið við til at fáa hesa standmyndina til veruleika, hjartaliga til lukku.

Takk fyri.”

 

William Gibson Sloan andaðist á sínum føðingardegi, 76 ára gamal
Sloans hús er eisini savn