Lurta
Tíðindi - 16. februar 2024

Starvsdagar og stovningardagur í Býlingshúsinum á Flat

Nógv fólk var á hátíðarhaldinum í dag. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu helt røðu.

"35 ár, tað er drúgv tíð fyri ein stovn, sum fæst við børn og ung. Tey fyrstu børnini, sum byrjaðu á stovninum fyri 35 árum síðani eru nú vaksin, og fleiri teirra eiga allarhelst børn sjálv. Kanska onkur teirra eiga børn her á stovninum."

Hann vísti eisini á, at Býlingshúsið er bygt út síðani tað byrjaði. Fýra stovur eru komnar afturat. Borgarstjórin  takkaði starvsfólkunum fyri arbeiðið, ið tey hava gjørt og gera:

"Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu fari eg at takka fyri tað arbeiðið, ið tit hava gjørt her á stovninum í 35 ár. Hjartaliga til lukku við 35 ára stovningardegnum", segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í røðu sínari.

Bjørg Bláberg 35 ára starvsdag

Í dag var eisini hátíðarhildið, at Bjørg Bláberg hevur starvast hjá Tórshavnar kommunu í 35 ár. 

Bjørg var eisini við, tá Býlingshúsið á Flat lat upp fyri 35 árum síðani. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu fyri Bjørg Bláberg, og segði millum annað:

"Starvsfelagarnir siga um teg, Bjørg, at tú er dugnalig, er sera góð við børnini og so er tú so fitt. Hetta eru góðir eginleikar at hava, tí tað ger børnini trygg.

Í 35 ár hevur tú tikið tær av børnum í Tórshavnar kommunu. Hetta er ein stór ábyrgd, og ta ábyrgdina hevur tú lyft væl. Tú hevur myndað framtíðina í Tórshavnar kommunu.

Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu vil eg fegin takka tær fyri títt íkast hesi 35 árini."

Bjørg Bláberg fekk silvurheiðursmerki frá Tórshavnar kommunu.

Turið Horn 25 ára starvsdag

Turið Horn varð eisini heiðrað í dag, tí hon hevur arbeitt hjá Tórshavnar kommunu í 25 ár. Hon var eisini við, tá Dagstovnurin á Flat lat upp. Seinni fór hon at lesa námsfrøði.

Í røðu sínari segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað:

"Turið, starvsfelagar siga um teg, at tú brennur fyri námsfrøðini, tú er positiv og semjusøkjandi. Tú er næstan altíð í góðum lag, og góður hýrur er har, ið tú er.

Vit kenna teg eisini úr almenna rúminum, sum politikara, og eg veit, at tú brennur fyri námsfrøðini og økinum", segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað.

Turið Horn fekk brosju frá Tórshavnar kommunu.