Tíðindi - 17. juli 2026
Steinatún stongt og ongin bussleið sunnukvøld til mánamorgun

Um veðrið er til vildar, verður máliarbeiði gjørt á vegin í Steinatúni sunnukvøldið. Tí verður stongt fyri allari ferðslu sunnukvøldið 19. juli frá klokkan 20 til mánamorgun klokkan 06. Allar bussleiðir gevast at koyra klokkan 20 sunnukvøldið.