Tíðindi - 04. november 2020
Størsta íløga í ein føroyskan fólkaskúla nakrantíð
Stórt hátíðarhald var í Skúlanum og Frítíðarskúlanum á Fløtum í gjár seinnapartin. Niðanfyri prenta vit røðuna, sum Annika Olsen, borgarstjóri, helt til móttøkuna.
"Góðu tit øll
Hjartaliga vælkomin í skúlan á Fløtum. Henda meistaraliga bygningin, sum vit nú við stórari gleði sleppa at vísa tykkum øllum.
Tað er eitt enskt orðatak, sum sigur: »Einki menniskja er ein oyggj«.
Tað merkir, at einki menniskja er einsamalt; vit eru øll knýtt hvør at øðrum so ella so – og vit hoyra og hanga øll saman, sum ein stór livandi organisma.
Henda sannkenningin sæst eisini aftur í hesum stásiliga bygninginum. Hann er bygdur upp sum smáar oyggjar, sum tó allar hanga saman. Samanhangur er - heilt frá lægru bygningunum niðast í lendinum, har tey smæstu fara at húsast – og til ovastu bygningarnar, har tey eldru fara at húsast. Allir partarnir hava ymisk serbrigdi – eins og næmingarnir eisini hava tað – og eingin partur av skúlanum er ein einsamøll oyggj, tí eingin næmingur er ein einsamøll oyggj. Her kunnu tey hittast, finna líkar og mótsetningar – og spegla sær í hvør øðrum. Tað er symbolskt og vakurt – og genialt!
Tá vit so hugsa um umstøðurnar, sum næmingar og starvsfólk koma frá – spjadd runt um allan býin - so er tað eyka gleðiligt, at tey nú flyta inn her.
Og tað gjørdu tey í gjár. Mánamorgunin møttu næmingarnir har, sum har teir higartil hava húsast, og síðani gingu teir í skrúðgongum saman við lærarunum út higar á Fløtir.
Summi hava gingið nógv ár í skúla, uttan at hava hitt næmingarnar á hinum floksstigunum. Tað var tí stórt, tá hesin stásiligi bygningurin fór frá bara at vera ein bygningur – og til at verða ein skúli. Frá at vera eitt mál – til at verða ein miðil. Frá at vera ein karmur - til at verða tann brúgvin, sum bant allar næmingarnar saman frá forskúla til 9. flokk.
Eg havi so mangan hugsað, at hetta økið framyvir fer at verða tað bankandi hjartað í Havnini – við forskúla, fólkaskúla, frítíðarskúla, musikkskúla og miðnámsskúla á sama staði - umframt ítrótta- og kvøldskúlavirksemi.
Ungdómurin fer at koma higar, ferðast ígjøgnum økið og fáa vitan, hjálp og íblástur. Tað fer at verða lívgevandi fyri allan býin, alla kommununa - ja, faktiskt fyri alt landið.
Tí árini her á Fløtum og í Marknagili fara at skapa og mynda hesi børnini. Og tað, tey læra her – bæði bókligt, handaligt og sosialt - fer at fylgja teimum alt lívið.
Tá ið eg sá upptøkur av fyrsta skúladegnum í gjár, fór eg at hugsa um Pippi hjá Astrid Lindgren. Tí sjálvt um Pippi ikki var fastur gestur í skúlanum, so var hon har av og á.
Einaferð, skrivar Astrid Lindgren, skuldu tey í skúlanum hoyra børnini í ymsum, fyri at vita, hvussu væl tey dugdu. Og Pippi var mitt í rokanum.
Lærarinnan spurdi so Pippi: Svara mær hesum: Per og Pól skulu býta eina kaku millum sín. Um Per fær EIN fjórðing, hvat fær Pól so?
- So fær Pól ilt í búkin, segði Pippi.
Og so varð hon send í skammikrók, saman við øllum hinum børnunum, sum ikki svaraðu rætt.
Men heldur enn at skamma seg, skipaði Pippi í staðin fyri einum líknandi “spurningaspæli”, sum hon kallaði tað, fyri hini børnini, sum eisini skuldu skamma seg.
- Um Per og Pól skulu býta eina kaku ímillum sín, og Per bara setur seg í ein krók at gnaga ein lítlan, turran fjórðing – hvør noyðist so at ofra seg og eta alla restina av kakuni, spurdi Pippi.
- Pól! róptu øll børnini.
Og tá dagurin var liðugur, vóru eingi børn so glað, sum tey, ið høvdu staðið í skammikróki og spælt spurningaspæl saman við Pippi. Tí har høvdu tey megnað at svarað øllum spurningunum, sum vórðu settir.
Ímillum teir umleið 850 næmingarnar, sum nú fara at húsast her, verður ein rúgva av næmingum, sum duga at svara, tá lærarin spyr. Børn, sum eru bókliga sterk og sum hóska væl til siðbundnu skipanina, skúlin er bygdur á.
Tað verða tó eisini nøkur, sum stríðast, tí teirra førleikar ikki eru av bókligum slag. Næmingar, sum í Pippisa skúla høvdu verið settir í skammikrók, tí teir ikki dugdu at svara.
Og í hesum stóra hópinum verða eisini nøkur Pippi-børn. Nøkur, sum ikki hóska í nakrar kassar, tí tey síggja bæði lívið og lærdómin heilt øðrvísi enn vit onnur.
Og eg hugsi, at her – í Skúlanum á Fløtum - verður pláss fyri øllum hesum sløgunum av næmingum. Her verður nú gott fysiskt pláss við bestu kørmum – og við hugsunarháttinum, sum eyðkennir hendan skúlan, er eisini mentalt pláss.
Eg vænti, at um so Pippi sjálv troppaði upp her, ja, so hevði hon ikki verið send heim aftur, sum í søguni. Tí leiðsla og lærarar her høvdu megnað at loftað henni.
Kanska hevði hon enntá hóskað væl inn í tann hugburðin, sum eyðkennir tykkum.
Mítt yndissitat hjá Pippi er tað kenda: »Hetta havi eg ikki roynt fyrr, so hetta klári eg saktans.«
Og tað var eisini hugburðurin, tá korona fyrr í vár tarnaði skúlagongdini. Tí longu dagin eftir, at alt steðgaði upp, helt undirvísingin á skúlanum á Fløtum fram. Við fjarundirvísing, heimauppgávum og við so stórum vilja at umstilla seg, at eg mátti undrast.
»Hetta hava vit ikki roynt fyrr – so hetta klára vit saktans.« Og tað gjørdu tit. Tit vóru heilt ótrúlig!
Í einum heimi, sum broytist so skjótt, er tað ein dygd at kunna umstilla seg við stuttum skotbrái. Men tað kann vera torført at fáa grundleggjandi virðini at fylgja við.
Tað hava tit víst, at tit megna. Frá samanlegging, til at húsast runt um í býnum, til korona.
Men tit hava ongantíð nýtt avbjóðingarnar sum eina umbering. Tit hava ikki lækkað ambitiónirnar og málini. Tvørturímóti. Tit hava alla tíðina havt grundleggjandi virðini í miðdeplinum.
Skúlin á Fløtum var fyrstur við tiltakinum »Litir í Leiki«, har næmingar fáa musikalska undirvísing. Tit vóru fyrst við fótbóltsflokkum – og seinni eisini við hondbóltsflokkum – fyri bæði gentur og dreingir. Tit eru pionerar, tá tað kemur til at brúka talgildar miðlar og -loysnir. Og tit hava leiðsluna í »Lopfjølini«, ið er eitt sosialpedagogiskt tilboð til tey, sum ikki megna vanliga skúlan.
Í søguni um Pippi vórðu tey, sum ikki dugdu at svara í skúlanum – tey, sum ikki passaðu til skipanina - sett í skammikrók.
Men tit hava víst, at tit heldur vilja taka leiklutin hjá Pippi, enn hjá tí strongu lærarinnuni. Pippi vendi spurningunum við. Setti øðrvísi treytir og øðrvísi krøv. Gav teimum øðrvísi møguleikar.
Eins og Pippi hava tit broytt og tillagað skipanina, so hon hóskar til næmingarnar. Tit duga at framelska evnini hjá ymsu næmingunum. Tað hevur havt við sær úrmælingar til symfoniorkestrið og til ítróttarfeløg uttanlands. Og ungfólk, sum heldur enn at fella í fátt, fáa ein skúladag, sum tey megna. Sum gevur teimum áræði.
Hetta skulu tit, leiðsla og starvsfólk hava stóra takk og rós fyri. Tí tað er eingin sjálvfylgja.
Og nú fáa tit loksins umstøður, sum stuðla undir tykkara virksemi. Her eru allir hentleikar: bókasavn, kantina, ítróttarhøll og góð hølir til øll: heilt frá forskúla til elstu flokkarnar. Her verða synergieffektir, sum tit ikki hava merkt, tí tit hava verið spjadd kring býin – og her verða góðir møguleikar fyri at skapa nýggjar breytir og nýggj tilboð.
Og eisini í sjálvum bygninginum, haldi eg, at Pippi hómast. Her eru bæði spæl og rørsla hugsað við. Tí, sum Pippi sigur – »ov nógvur lærdómur kann basa sjálvt tí raskasta.«
So tá høvdið verður fult, ber til at renna teir 500 metrarnar eftir rennibreytini, sum gongur rundan um skúlan. Ella nýta góðu spæliplássini, sum part av undirvísingini. Ella fara í garðin uppi á takinum at leita tykkum fríska luft og íblástur - við útsýni yvir alla Havnina.
Og hetta er ikki bara til næmingarnar – men eisini til øll Havnarfólk at njóta.
Hetta er so framúrskarandi væl úr hondum greitt, og eg vil hjartaliga takka øllum tykkum, sum hava verið við í arbeiðinum - heilt frá fyrsta hugskoti til seinastu handling.
Tit eru sera mong, sum hava sett tykkara eyðkenni á skúlan – og eg skal tí til hetta høvið bara nevna tríggjar bólkar:
- Høvuðsráðgevingina, sum EIND Í/F hevur staðið fyri – og sum fevnir um feløgini SNA arkitektar, BRIM arkitektar, Zeta Architects, LFB og SMJ.
- Byggileiðsluna, sum hevur verið undir hond av Sp/f Ráð.
- Og høvuðsarbeiðstakararnar, sum eru Articon og Búsetur. Hjartaliga takk fyri!
Og til allar tykkum mongu, mongu undirveitarar, ið eisini síggjast á heimasíðuni hjá kommununi: Stóra takk fyri tykkara ídni og nærlagni. Aftur her síggja vit eitt prógv um, at einki menniskja er ein oyggj. Tað eru ymsu evnini hjá hvørjum tykkara, ið tilsamans hava evnað hetta framúr úrslitið.
Stóra takk!
Hetta er tann størsta íløgan í ein fólkaskúla í Føroyum nakrantíð. Men sjálvandi skulu vit geva børnum og ungdómi okkara tað allar besta!
Alt samfelagið er bygt á vitan, upplýsing og møguleikar. Ein íløga í ein skúla snýr seg um framhaldandi menning. Um vitan. Um framburð. Tað er ein íløga í arkitektoniskan íblástur, sum kann skapa undran - og tað er eitt tekin til børnini um, at vit taka tey í álvara. Skúlin á Fløtum er ein íløga í øll tey virðini, sum vit byggja kommununa á.
Hesin skúlin fer at hava ovurstóran týdning fyri Havnina. Hann verður ein savnandi atdráttarmegi - eitt hjarta - við støðugum gjøgnum-streymi av tí dýrasta, vit eiga.
»Varðveit hjarta títt framum alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út«, sigur tann vísi prædikarin. Og higani – úr Skúlanum á Fløtum – fer lívið eisini at spríkja út.
Og tað er mín vón, at tit her – í hesum hjartanum – megna at varðveita tann andan, sum altíð hevur eyðmerkt skúlafatanina í Tórshavnar kommunu.
Søgan er jú long.
Hon strekkir seg frá Gamla Kommunuskúlanum frá 1895, og sum nú er okkara býráðshús,
- til nýggja Kommunuskúlan frá 1956, og sum nú er vorðin til lestraríbúðir,
- til Venjingarskúlan frá 1968 – og sum helst fer at hýsa okkara universiteti og kampusi,
- til samanlegging og stovning av Skúlanum á Fløtum - og nú, sum seinasta perlan á bandinum: til hendan nýggja, flotta skúlan.
Tað er ein søga, sum peikar á vitan, lærdóm og rúkandi menning fyri okkara bý. Og tað er ein ásannan av, at einki stendur einsamalt. At alt byggir á tey, sum undan fóru. Einki menniskja er ein oyggj, eins væl og eingin skúli er tað heldur.
Og næmingarnir, sum framyvir fara at hava sína dagligu gongd her, eru heldur ikki leysar oyggjar. Umstøðurnar higartil hava gjørt, at tey ikki kenna hvønnannan. Tað eru tí ikki bara hølini, sum eru nýggj – børnini eru eisini nýggj fyri hvør øðrum.
Tað er tí serliga EITT brennandi ynski, sum vigar tungt.
Tann, sum er ógvuliga sterkur, hevur eisini eina skyldu at vera ógvuliga fittur.
Eg vóni, at hetta frá fyrsta degi verður slagorðið her í nýggja Skúlanum á Fløtum.
At tey, sum eru sterk – kropsliga, fakliga, sosialt ella í aðrar mátar – eisini verða tilvitað um, at tey skulu vera eyka fitt. Eyka hjálpsom. Eyka tolin og eyka inkluderandi, so at øll verða tikin við í felagsskapin. Eins og Pippi so hegnisliga megnaði at gera tað – og eins og arkitektururin eisini leggur upp til.
Eg vóni, at børnini ásanna, at í eini lítlari kommunu, sum Havnini, halda vit næstanum í okkara hondum, og at eingin okkara er ein einsamøll oyggj.
Heldur ikki her í skúlanum.
Hjartaliga til lukku til okkum øll í Tórshavnar kommunu. Og bestu ynski um eina bjarta framtíð hjá stórum og smáum her á Fløtum.
Guds ríku signing yvir skúlan."
Annika Olsen
borgarstjóri