Størsta uppraðfesting av dagstovnaøkinum nakrantíð
Í gjárkvøldið samtyktu 12 av 13 býráðslimum fíggjarætlanina fyri 2022, harundir eisini uppskotið um at seta arbeiðsbólk at eftirmeta ymsar tættir á dagstovnaøkinum, við denti á at styrkja og uppraðfesta námsfrøðiliga arbeiðið á stovnunum.
Hetta fegnaðist Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, um. Í viðmerking til málið sigur hann m.a.:
"Tað frøir meg at býráðið stendur saman um dagstovnaøkið, og at í fíggjarætlanini fyri 2022 eru settar av 10 milliónir krónur beinleiðis til at uppraðfesta námsfrøðiliga arbeiðið á stovnunum.
Arbeiðsbólkurin hevur fyri kortum latið nevndini 6 ítøkilig tilmæli, sum nú fara í mentamálanevndina at viðgera.
Eitt høvuðstilmæli er at játta hvørjari vøggu- og barnagarðsstovu 15,18 tímar aftrat um vikuna til “tíð til annað arbeiði.” Til frítíðarskúlarnar skulu játtast 7,59 tímar aftrat um vikuna til hvønn frítíðarskúlaflokk. Samlaði kostnaðurin av hesum er umleið 18 milliónir krónur um árið.
Tær 10 milliónir krónurnar í fíggjarætlanini fyri 2022 verða játtaðar til hetta endamálið sum fyrsta stig, har málið er at játta restina í komandi fíggjarætlanum.
Hetta er størsta uppraðfesting av dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu nakrantíð!
Játtanin til tíð til annað er ein viðurkenning av, at tímar skulu setast av til alt tað arbeiðið, sum starvsfólk skulu gera burturfrá børnunum. Samstundis verður tryggjað, at hetta ikki ávirkar stovutímarnar til børnini annars.
Hetta er tí slóðbrótandi tilgongd, sum eisini er við til at betra um starvsfólkatrivnaðin.
Til mentamálanevndarfundin í næstu viku verður eftirmetingin viðgjørd í síni heild. Tilmælini frá arbeiðsbólkinum eru øll greið og av størsta týdningi fyri at tryggja námsfrøðiliga arbeiðið á stovnunum.
Umframt tilmælið um tíð til annað, er tilmæli um at fara frá lønarjáttan til tímajáttan, um vikarskipan til styttri og longri sjúkrafráveru, at leiðslutímar verða tiknir úr normeringini, at játtan til reingerð verður tikin úr normeringini, og at játtan er til førleikamenning á stovnunum.
Vón mín er, at øll nevndin fer at taka undir við at seta tilmælini í verk skjótast gjørligt.", sigur formaðurin í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs at enda.

Arbeiðsbólkurin handar Annfinni Brekkstein og Súnu Mørk, ávikavist formanni og næstforkvinnu í mentamálanevndini, eftirmetingina við teim seks tilmælunum. Í arbeiðsbólkinum vóru frá vinstru Anni Kyster, hjálparfólk, Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, Beinta Dalbø, deildarleiðari, Anna Dalsgaard, dagstovnaleiðari, Súsanna í Gong, námsfrøðingur, og Maika L. Samuelsen, uttanhýsis ráðgevi.