Lurta
Tíðindi - 26. januar 2023

Stuðul til filmsframleiðslu í Tórshavnar kommunu

Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta 1 mió.kr. til vinnuverkætlan, sum hevur til endamáls at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum fáast við filmsframleiðslu í høvuðsstaðnum.

Talan er um nýggja verkætlan, sum skal skipast í fastar karmar og mannagongdir. Endamálið við at lata stuðul er at skapa betri umstøður hjá teimum, sum fáast við filmsvinnu í høvuðsstaðnum við tí fyri eyga at menna eina nýggja og týðandi vinnugrein, sum stendur í vøkstri í størsta parti av heiminum.

Umsóknarfreistin verður í januar soleiðis, at umsøkjarar hava møguleika at samskipa umsóknir millum land og kommunu. Hjá landinum verða umsóknir viðgjørdar 2 ferðir um árið – februar og september.

Ein bólkur, sum er samansettur av umboðum fyri Stjórnarskrivstovuna, Mentamáladeildina, Klippfisk og Hugskotið verður settur til at fyrireika, viðgera og gera tilmæli til játtan av stuðli. Mett verður, at samansetingin av bólkinum tryggjar, at umsóknirnar verða viðgjørdar av fólki við hóskandi fakligum førleikum og innliti.

Tilmæli verður lagt fyri vinnunevndina til støðutakan. Fíggjarnevndin tekur endaliga avgerð um stuðul. Umsøkjari fær boð, og stuðulin verður útgoldin sambært nærri ásettum reglum.

Tað er umráðandi, at stuðul verður latin til verkætlanir, sum hava eina ávísa filmsliga dygd, og tey, sum luttaka í verkætlanini hava førleikar at gjøgnumføra verkætlanina. Eisini skal stuðulin viðvirka til, at høvuðsstaðurin fær enn ein sýnisglugga út í heim við lýsingum o.l., og at fólkið, sum býr í kommununi, fær ágóðan av livandi myndunum, sum eru við til at styrkja móðurmáli og mentanina.

Tað er umráðandi, at stuðul verður latin til verkætlanir, sum er viðkomandi og skapa virði fyri Tórshavnar kommunu, filmsumhvørvið og vinnulívið í høvuðsstaðnum.

Hetta merkir, at nakrar av hesum treytum skulu vera loknar:

- Søgan, sum verður søgd, skal hava Tórshavnar kommunu sum miðdepil

- Søgan/hendingin skal hava samband við ella skal skapa virði fyri Tórshavnar kommunu

- Hendingar skulu fara fram í Tórshavnar kommunu

- Filmurin verður lutvíst tikin upp í Tórshavnar kommunu

- Filmslið skal í tann mun tað ber til brúka útgerð og tænastur frá veitarum í Tórshavnar kommunu.

- Filmsfólk skulu verða úr Tórshavnar kommunu

- Filmsleikarar úr Tórshavnar kommunu

- Tað skal síggjast, at Tórshavnar kommuna hevur stuðlað filminum.

- Kann samframleiðast við land, aðrar kommunur og privatar fyritøkur í Føroyum og uttanlands.

Umsóknin skal innihalda verkætlanarlýsing, fíggjarlýsing og íverksetanarlýsing. Samlaði karmurin er 1 mió.kr. Tað er umráðandi, at stuðulsupphæddin, sum játtað verður, ger mun fyri, at verkætlanin kann gjøgnumførast. Filmsvinnan er kostnaðartung, og verður ofta fíggjað av nógvum og ymiskum pørtum. Tískil skulu atlit eisini takast til annan stuðul, sum verkætlanin fær tá umsóknin verður viðgjørd.

Stuðul verður latin til fylgjandi tættir í filmsframleiðslu:

Menning av hugskotum/handritum (200.000 kr.)

Filmsframleiðsla (700.000 kr.)

Útbreiðsla (100.000 kr.)

Menning av hugskotum og handritum

Stuðul til verkstovur og átøk, sum leggja dent á hugskots- og handritsmenning

Filmsframleiðsla

Ymiskir pakkar t.d. 40.000 kr., 75.000 kr. og í mesta lagi 500.000 kr.

Útbreiðsla

“Ein pallur” har møguleiki er at vísa film/verkætlan sum hava fingið stuðul og okkurt slag av reseptión/event/happening rundanum.

Vinnunevndin hevur 12. januar samtykt at taka undir við tilmælinum, býtið á upphæddum er vegleiðandi, og at eftirmeta skipanina um eitt ár. Samtykt er at heita á stuðulsmóttakarar, at framleiðslan er so atkomulig sum gjørligt, her verður eitt nú hugsað um undirtekstir.

Málið varð beint í býráðið umvegis fíggjarnevndina, sum 18. januar samtykti at taka undir við vinnunevndini og beina málið í býráðið, sum samtykti málið í dag.