Lurta
Tíðindi - 10. januar 2024

Stuðulin til størri listaligar verkætlanir handaður í dag

Seinnapartin í dag fingu tríggjar stórar listaligar verkætlanir handaðan stuðul frá Tórshavnar kommuna.

Tórshavnar kommuna stuðlar teimum trimum listarligum verkætlanum við tilsamans góðari hálvari millión.

20 umsóknir komu inn um stuðul.

Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð valdi, eftir tilmæli frá stuðulsbólkinum og eftir ráðgeving frá serfrøðingi, at tríggjar verkætlanir skuldu fáa stuðul.

Tær tríggjar verkætlanirnar eru:

Romeo & Julia hjá leikbólkunum Det Ferösche Compagnie & Tvazz fær 300.000 kr.

International World New Music Days 2024 hjá Felagnum Føroysk Tónaskøld fær 150.000 kr.

Kanska ein bygd hjá Dansivirkinum RIVA fær 100.000 kr.

Tað var Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevnd Tórshavnar býráð, ið handaði listastuðulin.

Í røðu sínari vísti hann millum annað á, at Tórshavnar kommuna ger nógv fyri at stuðla listini:

“Listin ríkar okkum lívið, hon fær okkum at hugsa, at fegnast, undrast og eisini onkuntíð at ilskast. Listin fær okkum at kjakast. Hon víðkar okkara sjónarring, bjóðar av”, segði Annfinn Brekkstein, formaður, millum annað.

Í mars er aftur møguleiki at søkja um stuðul til størri listaligar verkætlanir.

Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráð, og listafólkini.

Kristian Blak, Sunleif Rasmussen, Anna Katrin Egilstrøð, Lasse Thorning Jæger frá Felagnum Føroysk Tónaskøld.

Búi Rouch og Vár Bech Árting frá Dansivirkinum RIVA.

Gunnvá Zachariassen og Búi Dam, frá TVAZZ og Det Ferösche Compagnie.