Tíðindi - 04. juni 2026

Súkkludagur í góðum veðri

3Juni26 84A7913

Altjóða súkkludagur var mikudagin. Miðbýurin bleiv stongdur fyri bilum í nakrar tímar, og so sluppu súkklurnar at eiga vegirnar eina løtu.

Nógv børn høvdu tikið súkkluna oman í býin, og tey hugnaðu sær óført saman við Angelu og Hannibal hetta stilla summarkvøldið, har øll motorljóð hvurvu úr miðbýnum í nakrar tímar.

ST samtykti í 2018, at 3. juni skal vera altjóða súkkludagur. Hetta varð gjørt fyri at viðurkenna, hvussu súkklan gjøgnum tvær øldir hevur verið eitt hent og fjølbroytt amboð hjá menniskjum, og at súkklan er ein einfaldur, bíligur, álítandi, umhvørvisvinaligur og burðardyggur máti at flyta seg.

 

Ein súkklubreyt við forðingum av ymsum slag var sett upp, og so ráddi um at stýra rætt
Elsa Berg, borgarstjóri, setti altjóða súkkludagin við millum annað at siga, at rættiliga nógv munnu hava eina súkklu sum eitt av sínum fyrstu barnaminnum - um tað so er ein lítil tríhjólað súkkla, ella sum í hennara føri, ein lítil barnasúkkla við stuðulshjólum aftan
Tær heilt smáu súkklurnar og teirra heilt smáu eigarar vóru eisini komin á súkkludag
Gunnar Dahl-Olsen mátti líka koyra luft í, áðrenn Angela og Hannibal kundu fara avstað
Og so fór alt fylgið oman eftir Áarvegnum