Tíðindi - 23. juni 2026

Summarsólstøður í Sandagerði

23Juni26 Summarsólstøður2026 06

Mánakvøldið var árliga tiltakið Summarsólstøður hildið í Sandagerði.

Hetta er, tá bál verður tendrað fyri at hátíðarhalda hásummarið og ársins longsta dag.

Jensia Brodersen helt røðuna í ár, og sum vant skipaðu skótarnir fyri bálinum, meðan felagssangurin ljómaði í Sandagerði.

Veðrið var ikki av tí besta, tí tað var nakað váttligt at byrja við, men tað batnaði so líðandi út á kvøldið.

AURA tók myndir av tiltakinum.