Tíðindi - 29. desember 2025

Svimjihøllin fingið nýggja heimasíðu

13Nov25 84A1208

Svimjihøllin í Gundadali hevur fingið nýggja heimasíðu, har til ber at kunna seg um ymiskt viðvíkjandi svimjihøllini, til dømis um vælveruøkið og um nýggja langhylin.

Á heimasíðuni síggjast eisini upplatingartíðir og kostnaðir.

Eisini ber til at lesa um góð ráð, áðrenn farið verður í hylin, reglugerð og reinføri og dømir eru eisini um venjing, bæði konditiónsvenjing og harða venjing.

Svimjihøllin í Gundadali læt upp 18. desember 1982 og 28. oktober 2024 bleiv høllin víðkað við altjóða langhyli og vælveruøki. Við útbyggingini er svimjihøllin vorðin ein fjølbroytt miðstøð fyri rørslu og vælveru.

Í svimjihøllini eru nú 22 fólk í føstum starvi og átta fólk í føstum avloysarastarvi.

Talið á vitjandi liggur um 450-500 um dagin, tó er talið av vitjandi um summarið munandi størri, 650-700 fólk um dagin.

 

Nýggja heimasíðan hjá Svimjihøllini sæst her