Lurta
Tíðindi - 03. oktober 2023

Sylvia Magnussen sett sum flóttafólkasamskipari

Sylvia, sum er ættað úr Mexico, hevur drúgvar royndir sum verkætlanarfólk innan sosialar og vísindaligar verkætlanir, og hevur holla vitan um føroysku mannagongdirnar á migratiónsøkinum.

Sera nógv flóttafólk búgva í Tórshavnar kommunu. Bara seinasta árið eru t.d. umleið 100 ukrainsk flóttafólk flutt til Tórshavnar kommunu. Talan er um børn, ung, vaksin og pensjónistar.

Í hesum sambandi hevur kommunan gjørt av at skipa eina verkætlan, har ein flóttafólkasamskipari skal virka fyri yvirskipaða trivnaðinum hjá flóttafólkunum í kommununi.

Flóttafólkasamskiparin er sostatt sambindingarlið millum einstøku flóttafólkini, familjurnar og kommununa. Flóttafólkasamskiparin skal vegleiða, hjálpa og vísa á møguleikar og tænastur, sum kommunan stendur fyri, ella sum eru í kommununi.

Tað merkir, at flóttafólkasamskiparin eisini skal samskifta við dagstovnar, skúlar og stovnar og tilboð annars í kommununi, ið vara av flóttafólkum, umframt við myndugleikar og almennar stovnar.

Hugsandi er eisini, at ávíst samskifti er við fyritøkur og stovnar, har flóttafólk eru í starvi, ella sum kunnu vera møgulig starvspláss. Uppgávurnar eru nógvar, fjøltáttaðar og skiftandi alt eftir tørvi, og tí er týdningarmikið, at flóttafólkasamskiparin hevur eitt gott yvirlit, er fyrikomandi og dugir at skapa álit.

Flóttafólkasamskiparin kemur at arbeiða saman við integratiónssamskiparanum, Fíu Lindenskov, og ætlaðu tulkatænastuni, sum fer at virka fyrsta dagin. Talan er um eitt fulltíðarstarv, har arbeiðstíðin er skiftandi. Starvið er fyribils tíðaravmarkað í eitt ár.

Sylvia Magnussen er útbúgvin bachelor og Cand Mag í “kultur og sprogmødestudier” og í enskum frá RUC, umframt at hava ein bachelor í sponskum máli og bókmentum frá Universidad Nacional Autónoma de México.

Hon hevur drúgvar royndir sum hjálparfólk á dagstovni í Tórshavnar kommunu, og hevur verið við í tilgongdini við foreldrum og børnum, tá tey fyrstu úr Ukraina byrjaðu á stovni í Tórshavnar kommunu. Umframt hettar er Sylvia virkin á málkaféini hjá Reyða krossi, sum heldur til á bókasavninum.

Sylvia hevur drúgvar royndir sum verkætlanarfólk innan sosialar og vísindarligar verkætlanir og hevur holla vitan um føroysku mannagongdirnar á migratiónsøkinum. Hon hevur sera góðar menniskjaligar og samskiftiseginleikar, og hevur kunnleika til tey viðurskifti, ið ávirka tilflytara- og integratiónsøkið í norðurlondum.

Sylvia er fødd og uppvaksin í Mexico og hevur búð í Føroyum síðani 2010. Í 2013 for hon til Danmarkar at lesa BA og kandidat á RUC og fluttu heim aftur til Føroya í 2018.