Tíðindi - 06. februar 2025

"Tá náttin fer, tá kemur nýtt ljós"

Í farnu viku var miðbýurin og viðarlundin prýdd við vøkrum ljósinstallatiónum, og føroyskar sagnir og siðsøgur setti sín dám á vikuna. Spennandi tiltøk vóru á skrá, og gjøgnum vikuna vóru nógv fólk at síggja millum litføgru ljósunum í myrkrinum.

 

Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í mentamálanevndini, setti Huldulitt-vikuna, sum var frá 1.-9. Februar.

 

Her er røðan hjá forkvinnuni:

 

- Hetta er ein stórur dagur. Í dag gerst ein dreymur, ið eg faktiskt langtsíðani havi slept, veruleiki.

Fyri 18 árum síðani var eg til eina konsert í Sjónleikarhúsinum.
Á pallinum, við gittara í hond, framførdi ein tónlistakvinna av Argjum sína fyrstu útgávu. 

Mitt í millum, tað myrka fullsetta hølið sum ótroyttiliga hevur verið karmur um okkara mentan og søgu í Havn, og tær serligu ljósperurnar á pallinum, sum eg ikki var von at síggja, møttist, glitrið. 

Glitrið,  tað er nokk tað sum eyðkennir hana best, hyggja vit burturfrá sjálvum tónleikinum.  Hon sang um : at sova saman við spøkilsum.
Og í kvøld eru tað óivað mong sum fara at sova saman við spøkilsum.

Men fyri at venda aftur til byrjanina.

Hesin tannáringa dreymurin hjá mær, er nú endiliga veruleiki.

Eg hiti upp fyri Guðrið Hansdóttir.  

--

Tað sum okkara víðagitni rithøvundur, fjøllistamaður og høgt virdi havnamaður, William Heinesen meistraði so væl í sínum skaldskapi, megnaði Guðrið Hansdóttir at seta í ein nútíðardám.
William Heinesen trúði einfalt ikki uppá antin/ella. Tað var ikki antin myrkt ella ljóst. Tað var ikki antin himmal ella helviti. Tað var ikki antin ónt ella gott. Tað var bæði.
Men, stóð tað í millum myrkur og ljós, so var ljósið sterkari fyri William. Tí tað góða hevur so óvikandi vald....... um vit bara lata tað.

--

Omma mín í Syðrugøtu varð fødd í 1925, 25 ár aftaná  William Heinesen. Í útvarpssending í trimum pørtum,  Minnismyndir,  greiðir hon m.a frá hendingini tá beiggin ikki kemur aftur aftaná útróður. Tey vóru fleiri sum sóu bátin verða komnan aftur, hóast hann ikki var tað. “ Sig so, at tað ikki er meira millum himmal og jørð, enn vit vilja vera við, tað er tað”, staðfesti hon.

Og hetta er lagt í meg frá barnsbeini. Tað er ikki antin/ella.
Hon var av tí áskoðan , at tað var ljósið sum kom aftaná myrkrið og ikki umvent. Og eg haldi eisini, at tað er ein stórur munur í millum hesi tingini. Og at um vit bert hava annað, so síggja vit aldrin hitt.


Nú eru vit her og siga vetrinum farvæl. Vit siga myrkrinum farvæl og bjóða ljósinum vælkomið. Men tað er ikki antin/ella. Tí onkuntíð verður myrkt tá tað er ljóst. Eins og tað sanniliga eisini var ljóst meðan tað var myrkt nú í vetur.

--

William Heinesen gav sín alsk til trøll, gívrar, risar og huldufólk. Tað sum vit kalla “hina verðina”. Men hann sameinti hesi. Trøllini vóru menniskju og menniskju vóru trøll. Hann gjørdi upp við tær absoluttu verðirnar. Og tað fara vit eisini at gera í dag og alla komandi vikuna. Tí tað er bert tá tú ert opin fyri at síggja onnur ting, at tú veruliga sært tey. Ja eitt sindur sum við okkara sosialum miðlum. Hevur tú ikki klikt á ella víst áhuga fyri tí sum kemur fram í myrkri, so verður tú bert fóðrað við tí sum sæst í ljósi, og umvent.
Okkara forfedrar hava í veruleikanum uppfunnið hugtakið, algoritmur.

 

V.U Hammershaimb skrivaði soleiðis um huldufólk í Færøsk anthologi 1 í 1891
,, Tey eru stór á vøkstri, klæðini eru øll grá, hárið, svart” og so heldur hann fram.
Allarhelst skrivar hann at tey eru høg, tí føroyingar vanliga eru lágir á vøkstri. Tey áttu tí at verið løtt at kent aftur í kvøld í viðarlundini.

Í dag eru føroyingar at síggja í øllum støddum, tí verður tað kanska eitt sindur stuttligt at ganga á havnargøtum komandi vikuna, um vit bert leita við lýsingina frá 1891.

Eg tori ikki at sitera meira úr Færøsk anthologi, tí so eru tað óivað mong foreldur sum fara at brúka reimar til børnini komandi dagarnar. Men tit sum tora at lesa meira kunnu “googla” tað, sum hann segði 

--

Aftur til Sjónleikarhúsið:

Trý ár aftaná at vit øll vórðu blást um koll í Sjónleikarhúsinum, sang hon um himmalin sum lat upp, um stjørnur, blómur, mjørkanátt og um at sova.  
Ferðin til tað sum seinni gjørdust sangir um ljós, gult ljós, blátt myrkur og morgun í mars, var byrjað.

Guðrið glitraði, og tað ger hon framvegis.

Hvat er tað sum er so serstakt við glitrinum?

Hevur tú nakrantíð sæð glitur í bølamyrkri?
Um Guðrið Hansdóttir stóð á pallinum í Sjónleikarhúsinum í bølamyrkri ella um William Heinesen skrivaði, málaði og klipti myrkur fyri okkum bølamyrkur. Hevði tað glitrað ?

Um glitur skal glitra, krevur tað ljós í myrkri. Samanrenningin er einastandandi.
Og tað er løtan vit eru í beint nú eisini. Árstíðin. Vit eru mitt í myrkrinum OG í ljósinum. Tað glitrar.

 

Her at enda, í mínum stóra dreymi, vil eg takka Visit Tórshavn fyri sítt knasandi góða hugskot og ígongdsetan. Fantasi er heimurin hjá ungum í dag, og vit eru ikki nóg røsk at minna okkum sjálvi á, at Fantasi eiga vit í hópatali í okkara søgu og mentanararvi. Í skrivaðum teksti og í skaldskapi á mannamunni. Tí nertir tað hjartað, at tit hava verið so framskygd við hesum hugskotinum. Tit lata okkara søgu og mentan í ein nýggjan ham nú ljósið og myrkrið ikki eru antin ella, men bæði.  Tit taka okkara fremstu listafólk fram, og geva teimum ein heilt nýggjan pall. So at vit síggja glitrið.
Tey sum eru undan okkum farin, og tey sum enn skapa. Túsund takk fyri tað.

 

Fari at enda við einari linju úr teksti hjá Guðrið Hansdóttir og Heiðriki av Heygnum, úr sanginum, Setandi sól og hervið seta Huldulitt 2025.

,, Tá náttin fer, tá kemur nýtt ljós”