Tíðindi - 28. juni 2026
Team Rynkeby segði farvæl

Rynkeby-súkklararnir hava súkklað síðsta teinin í Føroyum, áðrenn leiðin gongur móti vakra og hugtakandi býnum – París.
Hóskvøldið hevði Tórshavnar kommuna móttøku fyri súkklarum og hjálparfólki hjá Team Rynkeby, aðrenn tey fara til París.


Elsa Berg, borgarstjóri, helt røðu í samband við móttøkuna.
Í røðuni segði hon m.a. soleiðis:
Hóast vit onnur kanska hugsa um sól og summar, tá vit síggja tykkum og bjarta gula litin, so krevur tað góða venjing at súkkla á tungu mótbrekkunum, og summar dagar - tá vindur og regn er - krevur tað eisini eitt sindur eyka at fara avstað.


Júst tað er kanska eisini sigandi fyri endamálinum við Team Rynkeby. Tí tað snýr seg ikki bara um at súkkla í góðum veðri. Tit súkkla fyri at savna pening inn til familjur í mótbrekku. Tit hava sett tykkum eitt mál – at súkkla túsundtals kilometrar gjøgnum Evropa – og samstundis varpa ljós á børn við álvarsligum sjúkum og familjur teirra. Tað hava tit gjørt gjøgnum fleiri ár og savnað milliónir inn. Tað er hugaligt at síggja tykkara ágrýtni, eins og tykkara samanhald. Bæði á súkkluni og til alskyns tiltøk gjøgnum árið.
Fleiri fólk høvdu leitað sær oman í býin at heilsa uppá súkklararnar.



Góða ferð!