Tíðindi - 29. oktober 2021

Tíðindafundur um "FØROYA ARENA"

Í samband við at ætlanin um Stórhøllina varð løgd fram seinnapartin, bjóðaði Heðin Mortensen borgarstjóri til tíðindafund, saman við arbeiðsbólkinum fyri Føroya Arena.

Arbeiðsbólkurin er samansettur av Niels Mortensen, Tummas Justinussen, Jón Sigurdsson, og samskiparunum Dennisi Holm og Jógvani Emil Nielsen.

Hesir hava seinasta hálva árið arbeitt við ítøkiligu verkætlanini um stórhøll í Føroyum, og samstundis hava teir havt fleiri felagsfundir við ein arbeiðsbólk hjá kommununi, við limunum Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein og Tróndi Sigurðssyni.

Nú er endaliga uppskotið og lutirnir í verkætlanini klárir, og í dag varð uppskotið so almannakunngjørt.

Borgarstjórin byrjaði við at bjóða vælkomin. Hann segði frá upprunanum til hugskotið, og fegnaðist um, at Tórshavnar Býráð við stórum meiriluta hevði tikið undir við verkætlanini. Og at Býráðið hevði játtað at geva tilsøgn um 50% av savnaða byggikostnaðinum, svarandi til 108,6 mió kr. Tilsøgnin er treytað av, at hin helvtin verður fingin til vega uttanífrá, umvegis føroyskar stuðlar, stuðul frá landinum, útlendskar grunnar, v.m.

Heðin Mortensen lýsti hvussu Stórhøllin sum karmur hevur í sær nógvar møguleikar, bæði av almannagagnligum og vinnuligum slag, sum ikki eru til í Føroyum frammanundan.

Høvuðstaðurin, og landið alt, hevur leingi havt tørv á eini stórari innandura multi-arena. Tí er hetta er eitt sera spennandi prosjekt, fyri Havnina og fyri allar Føroyar. Vit vilja byggja eina altjóða stórhøll har endamálið er at skapa bestu karmar til stór føroysk og altjóða tiltøk innan ítrótt, mentan, ráðstevnur, keypsstevnur, samkomufundir v.m., “Føroya Arena” verður ein stórhøll fyri alt landið.”

Eftir at borgarstjórin hevði bjóðað vælkomin, legði samskiparin Dennis Holm fram sjálva verkætlanina.

Hann tosaði um staðsetingina við Stórutjørn, millum Hoyvík og Hvítanes, mitt í Føroyum. Her er góð atkoma, og rúmligt kringøki: “Eysturoyartunnilin, Vágatunnilin og komandi Sandoyartunnilin gera meginøkið størri, og tað verður høgligt hjá føroyingum flest at koma saman til alskyns tiltøk í stórhøllini. Hetta verður ein høll sum 90% av Føroya fólki kann koyra til.”

Sambært Dennisi Holm er ein av teimum yvirskipaðu setningunum fyri verkætlanina, at tað skuldi verða ein stórhøll, sum hevur altjóða góðkenning til at verða heimavøllur. Visjónin er ein tjóðleikvøllur til innandura ítróttina. Skal føroyskur ítróttur mennast og flytast uppaftur longri fram á leið, so krevjast góðar umstøður.

Høllin fer at hýsa bæði venjingum og kappingum, innan nærum allar ítróttargreinir, eitt nú hondbólt, fimleik, flogbólt, kurvabólt, bardagaítrótt, borðtennis, tennis, badminton, dans, bogaskjóting, billjard, o.s.fr.

Við eini slíkari stórhøll, sum livir upp til altjóða standardir og krøv, eru møguleikarnir nógvir, bæði av almannagagnligum og vinnuligum slag. Møguleikar sum ikki eru til í Føroyum frammanundan, men sum stórur tørvur er á, serliga innan ávísar ítróttagreinir og størri tiltøk.

Sambært samskiparanum snýr høllin seg sjálvandi um ítrótt, men ikki bara: “Tær berandi yvirskriftirnar fyri prosjektið eru mentan, trivnaður, rørsla og heilsa.”

Føroya Arena kann nýtast til ítróttardystir, konsertir, listaframsýningar, stórmøtir, ráðstevnur, sølutiltøk, og mangt annað. Dennis Holm tosaði um, hvussu “stórhøllin kann skipast sum upplivingardepil við livandi lívi allar dagar í vikuni. Hon verður ein sjálvsagdur karmur rundanum virksemið hjá elitu-ítróttini. Men hon fer eisini at verða eitt stað har leik-ítróttin møtir úrvalsítróttini. Hon fer at hýsa fjøltáttaðum virksemi, fyri øllum sløgum av fólki, og fyri øll ættarlið, bæði børn og ung og eldri. Stórhøllin kann gerast ein fólkaheilsudepil, sum kann hýsa stórum viðkomandi fólkaheilsumessum, og skapa karmar fyri gransking innan lívsháttarsjúkum, og soleiðis verða við til at menna heilsuna hjá Føroya fólki. Stórhøllin kann eisini gerast størsti mentanardepil í landinum, og verða karmur um størri upplivingar sum vit annars ikki kundu hýst.”

Tórshavnar kommununa hevur eisini sum mál at gera Tórshavn til altjóða ráðstevnubý, sum handils- og vinnulívið og stovnar annars fyriskipa, og sum er við til at stuðla undir menningina av ferðavinnuni og tænastuvinnuni í kommununi. Eisini í so máta var á tíðindafundinum gjørt vart við teir fjølbroyttu møguleikarnar sum Stórhøllin kann skapa.

Harafturat er Stórhøllin sum skilst eisini ætlað til at verða partur av føroysku tilbúgvingini, við egnari streym- og hitaveiting; høllin kann herberga stórari mannfjøld, skuldi kreppustøða gjørt tað neyðugt.

Eftir tekningunum kann stórhøllin rúma upp til 4600 fólkum, alt eftir hvat tiltak talan er um. Til hondbóltsdystir kunnu vera uml. 2.700 áskoðarar, og til eina konsert har áskoðararnir standa, kunnu vera 4.600. Sita áskoðararnir, er pláss fyri uml. 3.600. Aftrat høllini eru venjingarrúm, umklæðingarrúm, fundarhøli, veitingarrúm, goymsla v.m.

Høllin skal hava eina brutto gólvvídd, sum er 8.350 fermetrar, og eitt slættað lendi, sum er 23.000 fermetrar, millum annað til parkering fyri 650 bilum. Tað skal verða skjótt og lætt at koma til og frá við egnum bili, eins og buss-sambandið skal verða gott.

Byggitíðin verður mett til 20 mánaðir. Kostnaðurin er mettur til 217,8 millj. kr.

Sum áður nevnt gevur Tórshavnar Kommuna tilsøgn um 108,6 mió. kr. Svarandi til 50% av savnaða byggikostnaðinum. Og er tilsøgnin treytað av, at hin helvtin verður fingin til vega uttanífrá, umvegis føroyskar stuðlar, stuðul frá landinum, útlendskar grunnar, v.m.

Hetta er næsta stigið, sum arbeiðsbólkurin við vinnulívsmonnunum Niels Mortensen, Tummas Justinussen og Jón Sigurdssyni á odda, hava játtað at arbeiða fram ímóti. Og sambært hesum tíðindafundinum høvdu teir góðar vónir um at finna fígging.

Sambært Niels Mortensen hevði arbeiðsbólkurin saman við Articon nú gjørt tað neyðuga fyrireikingararbeiðið til næsta stigið í verkætlanini, tað at fáa fígging til vega. “Verkætlanin er klár, tekningar og kostnaðir eru greiðir, og tilfarið er gjørt. So nú hava vit nakað at selja verkætlanina uppá. Býráðið hevur givið tilsøgn um helvtina av fíggingini. Og tað er hetta stigið frá Tórshavnar Kommunu sum ger, at tað er vón til at finna hina helvtina”.

Tummas Justinussen helt fyri at bólkurin fór at finna áhugaðar íleggjarar: “Tað er ikki bara-bara, tí talan er um 110 mió kr. Men tað er sannlíkt at vit finna hasar pengarnar, so farast kann í gongd um ikki alt ov leingi. Tað kann kanska eisini gerast neyðugt hjá okkum, at leita út um landoddarnar eftir fígging, eitt nú til grunnar o.o. Men tað er allíkavæl nógv sum bendir á, at hendan verkætlanin fer at fáa góða undirtøku frá einum breiðum føroyskum segmenti...”

Sum skilst, skal eitt sjálvsognarfelag stovnsetast, ið skal standa fyri byggingini og eiga stórhøllina. Sambært viðtøkunum skal stýrið fyri sjálvsognarstovnin verða samansett av fleiri viðkomandi pørtum, eitt nú Tórshavnar kommuna, ÍSF, Vinnuhúsið o.o. So tað fyrst og fremst kann virka sum ein almannagagnlig verkætlan. Tá byggingin er liðug, verður høllin leigað út til eitt rakstrarfelag, sum skal standa fyri dagliga rakstrinum av høllini.

Meira kann lesast um stórhøllina og viðtøkurnar fyri Føroya Arena á nýggju heimasíðuni www.tjarnir.fo